Bókaframløga: “Hans Eiler Hammer lítur aftur um bak”

Hans Eiler Hammer varð í 2010 ákærdur fyri at hava sent elstu dóttur síni eini óhóskandi  sms-boð. Hann var prestur í norður Noregi. Sakarmálið hevur sett djúp spor í lív hansara.

Sjálvt um hann bleiv fríkendur á øllum økjum, so hevur hann mangan upplivað, hvussu tað er at verða dømdur í fólkadómstólinum.

Kensluborið og botn erliga umrøður hann lív sítt, sum til tíðir er baldrut. Hann lýsir barnaheimið saman við sínum kæru foreldrum, sum í mong ár vóru virkin í Heimamissiónini. Hann umrøðir kynsliga misnýtslu, dóttrina, ið bleiv álvarsama sjúk, sína egnu uppgerð við Heimamissiónina, gleði, kærleika, strongd og ikki minst trúgv sína og kallið sum prestur.

Bókin er hansara egna verk, har Randi Mohr,tíðindafólk, hevur verið við á síðulinjuni og sett spurningar. Randi hevur útgreinað brot í lívi hansara. Ein uppgáva, ið hon við eldhuga og takksemi hevur átikið sær. 

Sonur Hans Eiler – Hans Martin Hammer – sum er útbúgvin innan sang, fer at eisini at syngja nakrar føroyskar vísur fyri okkum.

Skráin fyri kvøldið

- Vælkomin        
- Tónleikur v/Hans Martin Hammer
- Framløga av bókini
- Tónleikur v/Hans Martin Hammer
- Samrøða v/Randi og Hans Eiler
- Tónleikur v/Hans Martin Hammer

Til ber at keypa bókina á staðnum. Eisini verður kaffi, te, øl, vatn og ein køkubiti at fáa.

Bókaframløga:“Hans Eiler Hammer lítur aftur um bak”

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Thursday
24
/
10
kl.
20:00
Hvar
Prísur
Ókeypis
kr.

Bókaframløga:“Hans Eiler Hammer lítur aftur um bak”

Nær
Thursday
24
/
10
-
2024
kl.
20:00
Hvar
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk