Alanis Morissette heiðurskonsert

JAGGED LITTLE PILL – 30 ár og enn líka fantastiskt
Í ár verða tað 30 ár síðani Alanis Morissette vendi øllum á høvdið við legendarisku útgávuni Jagged Little Pill. Útgávan gav okkum ódeyðilig løg sum Ironic, Hand in My Pocket og You Oughta Know – sangir, sum enn í dag bergtaka, røra og seta orð á tað, ið ofta er torført at siga.

Við sínum sterku tekstum, ósminkaðu ærligheit og ótrúliga góðu melodium gjørdist Alanis Morissette eitt kvinnuligt ikon fyri eina heila generatión í 90’unum. Summar útgávur eldast ikki væl, men hendan plátan hevur staðið tíðarinnar tonn, og er minst líka sterk, rørandi og viðkomandi í dag, sum hon var fyri 30 árum síðani. Og tað skal sjálvandi hátíðarhaldast!

Tríggir av Føroya størstu Alanis-fjepparum – Malan Eyðunsdóttir, Laila Carlsen og Guðrun Sólja Jacobsen – eru klárar at heiðra Alanis við teirra framúrskarandi røddum, nærverandi persónligheitum og einum stórum kærleika fyri Alanis. Kom við og uppliv sangirnir frá Jagged Little Pill, tá teir aftur verða vaktir til fáa lívs á føroyska pallinum. Vit lova tær eina konsert við gásarholdi, góðum stemningi, sterkum røddum og nostalgi.

Tryggja tær atgongumerki nú, tí hetta verður uttan iva eitt av hæddarpunktunum í føroyska tónleikaárinum!



Alanis Morissette heiðurskonsert

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Saturday
07
/
06
kl.
21:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
200
kr.

Alanis Morissette heiðurskonsert

Nær
Saturday
07
/
06
-
2025
kl.
21:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
200
kr.

Onnur tiltøk