Yrkingar og jazz
Týskvøldið 24. januar varð skipað fyrieinum tiltaki við yrkingaupplestri og improviseraðum jazztónleiki í Auluni íFinsen. Í lýsingini av tiltakinum stóð, at YRKINGAR er eitt tiltak, ið hevur verið hvønn mánaða í Sirkus síðani í august, men at tað hesa ferð var í samstarvi við Vetrarjazz-festivalin, ið er í hesum døgum. Hugskotið at gera eitt sovorðið jazzyrkinga-tiltak í sambandi við Vetrarjazz er gott, haldi eg, og vónandi verður tað endurtikið.
Pallsetingin
Tiltakið legði seg týðiliga eftir at káma markið millum framførandi og áhoyrarar, og tað sást longu í mátanum "pallurin" var skipaður. Tá ið tú komst inn í auluna í fyrrverandi Kommunuskúlanum, varnaðist tú, at tónleikararnir høvdu sett ljóðførini - trummur, el-gittar og flygil - upp mitt inni á gólvinum, og rundanum tey, í einum snyrli, stóðu stólar til áhoyrarar og aðrar luttakarar. Stór teppi vóru drigin fyri tveir veggir; ivaleyst fyri at dempa afturljóðið frá ljóðførunum, og hetta gjørdi góðan mun. Ljóðið var gott og klárt.
Pláss til roynd og óroynd
Tiltakið byrjaði kl. 20.30 ella har áleið - eitt sindur seinkað, sum ikki er óvanligt -, og tað var Dania O. Tausen, ið bjóðaði vælkomin og greiddi frá, hvussu kvøldið fór at fara fram. Hon segði, at ein mikrofon fór at verða send runt, hond av hond millum áhoyrarar og teir yrkjarar, ið frammanundan høvdu játtað at lesa ella siga fram sínar yrkingar, og hon legði dent á, at orðið var frítt. Meðan tekstirnir vórðu bornir fram, fóru tónleikararnir, Heðin Ziska Davidsen, James Goodwin og Kristian Pauli Ellefsen at spæla undir.
Tað er sjálvandi heldur óvanligt í mun til vanligar konsertir, at øll, ið høvdu hug at lesa, kundu lesa, men sum nevnt hevur hetta verið roynt regluliga í sambandi við yrkingatiltøkini í Sirkus, og tað er uttan iva orsøkin til, at so mong - eisini rættiliga óroynd - kendu seg trygg við at traðka fram.
Á plakatini vóru fleiri, vit longu kenna sum yrkjarar, sjónleikarar ella tónleikarar, men har vóru eisini fleiri áhoyrarar, ið tóku av møguleikanum at siga fram eina yrking, eina hugsan ella minnini um ein dreym. Vit, ið ikki eru von við handan leistin, tá ið tað ræðurum yrkingaupplestur, máttu venja okkum við, at framførslan var trilvandi í støðum, og tað var ein uppliving í sær sjálvari at ásanna, at rúmið tolir, at okkurt skinklar og ivast viðhvørt. Tilsamans gjørdust upplesararnir seytjan í tali. Tað mesta varð framført á føroyskum, meðan einstakar yrkingar vórðu framførdar á enskum, fronskum, íslendskum og enntá russiskum.
Samanspælið millum tónleik og yrkingar
Fyrsti yrkjari var Dania, og hon bar fram eina yrking, ella kanska meir at kalla ein prosatekst, hon júst hevði skrivað. Ein ógvuliga opinskáraður og djarvur tekstur, har hon við skemtandi tóna lýsir, hvussu vibratiónir frá undirbúgvanum kunnu seta bæði háfloygdar hugleiðingar um gamlamannaveldið í bókmentaheiminum og meira hondgrípilig tiltøk í gongd.
Dania, ið er sangari og von at framføra saman við tónleikarum, dugdi sera vælat bera tekstin fram, og hon lagaði seg til tónleikararnar, og teir til hennara.
Síðani gekk tað slag í slag, har tónleikararnir spældu í sínum lagi viðhvørt og viðhvørt veruliga saman við teimum, ið lósu. Royndu at finna hvønn annan, finna yrkjararnar og bryggja tónleikaliga víðari upp á tað, ið varð lisið. Tað var ikki uttan trupulleikar. Av tí at hetta var eitt heilt opið tiltak, har yrkjarar komu av gøtuni inn í ein tónleikaligan samanhang uttan nakra venjing ella leiðbeining frammanundan, og tónleikararnir ikki vistu, hvat teir kundu vænta, vóru teir rættiliga varnir, og hildu seg fyri tað mesta til at gera ljóðlandsløg, ið ikki fóru at órógva yrkjararnar ov nógv.
Teir komu væl frá tí hóast alt, tí teir eru góðir tónleikarar, og viðhvørt fóru teir eitt sindur uppfrá, men sjáldan so nógv, sum teir høvdu gjørt, kendu teir upplesararnar frammanundan. Eg hevði varhugan av, at tónleikararnir viðhvørt hildu seg til onkur licks, teir dugdu kortini, bara fyri at spæla okkurt, meðan bíðað varð, og tað mundi eisini vera eitt sindur trupult at leggja hjartablóð og ágrýtni í allar yrkingarnar, tí tær vóru rættiliga misjavnar og "í gerð," sum tað eitur.
Summar yrkingar vóru væl frágingnar og samanhangandi við setningum, ið tóktust at siga okkurt veruligt og nýtt, summar søgdu ikki mær so nógv, meðan aðrar yrkingar hildu seg mest til kynstrið at fáa okkurt at bera upp á rím. Yvirhøvur var hetta eyðkennið - at bera upp á rím, hálvrím ella nóg illa tað - afturvendandi. Tað var meira órógvandi fyri upplivingina av tekstunum enn nakað, ið lyfti teir upp á nakað hægri stig.
Sum áhoyrari helt eg tað somuleiðis vera órógvandi, at summir av yrkjarunum ikki heilt tóktust varugir við, hvat skuldi til fyri at fáa tónleikaligu upplivingina at "flóta" - onkur hevði hug at presentera og byrja at greiða frá yrkingunum, áðrenn tær vórðu lisnar; nakað sum hevði verið natúrligt til eitt vanligt upplestrartiltak, men tað órógvaði, tá ið tónleikararnir framvegis royndu at spæla og laga seg til. Sambandið millum orðini og tónleikin hvarv onkrar løtur, og mikrofonskiftini høvdu riggað betur uttan nakrar frágreiðingar eftir mínum tykki.
Trygvi og Búi
Tveir vóru, ið eg helt skaraðu framúr í mun til at fáa tekst og tónar at ganga upp í hægri eind, og teir vóru Trygvi Danielsen og Búi Dam, sum báðir hava drúgvar royndir innan júst hetta. Teir lótu, hvør á sín hátt, tónleikin fáa pláss, men tóku eisini pallin sjálvir. Trygvi byrjaði róliga, men leyp skjótt á, var teatralskur, rópti - í harðara lagi ta einu ferðina -, var rútmiskur og fór upp at vála, sum hann er vanur við Silvurdrongi, Æðrasoppum og øðrum hópum. Hann nýtti skjótar triolir í resitatiónini uttan at snáva, og yrkingina dugdi hann uttanat og bar hana fram raðið. Hann hevði fyrireikað seg, og júst tí sá tað heilt ófyrireikað og feskt út. Hvat yrkingin yvirskipað snúði seg um, fekk eg tó ikki rættiliga við, tí framførslan, ið var so mikið øðrvísi enn hinar, fór við uppmerkseminum. Eg fangaði nøkur stuttlig rím, men lat tað fara.
Búi bíðaði tveir minuttir, áðrenn hann segði nakað yvirhøvur. Læt bara tónleikararnar spæla, og tað var ein kærkomin steðgur frá orðum. Yrkingin var stutt og æt "Svørt hol." Hann las spakuliga og seigliga. Lætst at leita eftir orðunum, hóast tey vóru fá. Eg ímyndaði mær, at orðini hvurvu inn í svørt hol, so hvørt sum tey vóru søgd. Tónleikararnir fingu pláss og dugdu væl at lofta tí, Búi las, og yrkingin endaði við orðunum: "Alt hvørvur allatíð./Eg kundi hugsað mær/at steðgað við/at billað mær sjálvum inn,/at tað ikki er so."
Jazz poetry
Fyribrigdið Jazz Poetry, sum tiltakið í Finsen er eitt føroyskt boð upp á, stavar annars úr USA, og tók seg upp í 1920'unum, eitt nú við yrkjaranum Langston Hughes. Í byrjanini var tað heitið á einum bókmentastíli, einum jazzutum máta at skriva upp á og ofta við evnum, ið høvdu við jazzumhvørvi og jazztónleik at gera. Seinni gjørdist tað eitt bland av upplestri og tónleiki. Millum annað eru nakrar plátur úr fimmtiárunum við Jack Kerouac og Kenneth Patchen, ið lesa afturvið jazzi, og í sjeytiárunum nýttu Gil Scott-Heron and the Last Poets, Amiri Baraka, Jayne Cortez og onnur henda sama leistin í einum meira funk kendum stíli.
Last Poets vórðu stovnaðir í 1968, og eru enn virknir, hóast nakrir eru falnir frá. Úr norðurlondum kenni eg best danan Dan Turèll í hesum høpinum, og plátu- og sjónvarpsupptøkur úr sjeytiárunum við "For meget, mand" eru frálíkar.
Samanumtikið var tað eitt gott og gevandi tiltak í Finsen týskvøldið, tá ið havt verður í huga, at alt var í gerð, gjørt í løtuni, og framførslurnar ikki vóru fyrireikaðar. Eitt áhugavert eksperiment, ið avgjørt var vert at royna.
(Myndir: Leivur Thomsen)