Teitur Gásadal í Smiðjuni í Lítluvík
Trygvi hevur vitjað framsýningina hjá Teiti Gásadal, sum var í Smiðjuni í Lítluvík. Les og blív klókari upp á listamannin, listina og hvussu Trygvi upplivdi framsýningina.
Teitur Gásadal er ein málari úr Hoyvík, sum seinastu árini hevur gjørt um seg við sínum heilt egna stíli. Vit vitjaðu hansara nýggjastu framsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Seinastu tvey árini hevur hoyvíkingurin Teitur Gásadal gjørt um seg í føroyska myndlistaheiminum. Ikki við stórum hóvastáki. Ikki við nógvari umrøðu. Ikki sum eitt frambrúsandi talent, ið tekur øll á bóli á ólavsøkuframsýningini. Heldur hevur hann gjørt tað upp á sín egna máta: Við lítillæti. Við tveimum smáum framsýningum í Lítluvík. Og ikki minst: Við spennandi tilfari.
Eg dittaði mær út í oysregnið sunnudag seinnapart til seinasta dagin á framsýningini hjá Teiti á hesum sinni. Á veg ígjøgnum hjartað í Havnini var lív í samkomubygningum og í Tórshøll, annars eingin pulsur at hóma eftir vátu gøtunum, men tá eg kom fram til Smiðjuna, vaknaði býurin aftur. Her var fólk, og her var kaffi, og her var prát.
Fram um alt: Hetta var list
Eg hefti meg fyrst við henda veggin, sum av natúrligum plaseringsorsøkum ofta verður kurateraður sum høvuðsveggur í Lítluvík, og tað var hann eisini til hesa framsýningina.
Her hanga tveir tvíburamálningar, sum eg havi hug at kalla teir, við litríkum og abstraktum myndauniversum, har figurativ mynstur møguliga eru fjald inni í úrtøkiliga kaosinum.
Teitur Gásadal greiðir frá, at hann byrjaði hesar málningar við at gera eitt tjúkt akrylmálingalag við ymsum geometriskum skapum. Málningurin høgrumegin hevur ferhyrnt grundmynstur innast, meðan tann vinstrumegin hevur rundar formar, sum liggja undir einum tunnum pensilslagi og einum lagi av viðgerð við palettknívinum, sum bæði kann nýtast til at breiða út yvir og skava omanav. Yvirflatan fær á henda hátt hetta tjúkka, djúpa úttrykkið, sum kennist trídimensionelt.
Hetta er ein drúgv tilgongd, sigur Teitur Gásadal.
"Tað skal torna í einar tvær vikur, áðrenn eg kann arbeiða víðari við tí. Ofta heingi eg málningin á veggin í 4-5 vikur, áðrenn eg fái eitt nýtt hugskot og haldi fram við honum", sigur hoyvíkingurin.
Sostatt tykist tað sum, at Teitur letur verkið sodna í dulvitinum, sum ofta dugir betur enn tilvitaði heilin at finna loysnir. Tað var júst tað, sum hendi við verkinum høgrumegin.
"Tað føldist leingi sum, at hesin málningurin manglaði okkurt, men eg visti ikki, hvat tað var. Har var okkurt, sum gjørdi, at hann hekk ikki saman. So kom tað knappliga til mín, meðan vit vóru á feriu sunnan fyri og sótu við einum pina colada ella onkrum líknandi, at har manglar hvítt! Tað hvíta er loysnin. Og tað var tað eisini, tá eg kom heim aftur og arbeiddi við tí hvíta litinum út yvir – so riggaði myndin", sigur Teitur Gásadal.
Teitur sigur, at hann arbeiðir við tveimum heimasmíðaðum orðum, ið eru hansara sjangruheiti: "Skipað kaos" og "knívskorið". Tað fyrra heitið snýr seg um at smyrja og stoyta málingina, meðan tað seinna snýr seg um at arbeiða við palettknívinum. Eg spurdi Teit, um hann hevði onkra fyrimynd, sum hann fekk íblástur frá. Tá høvdu vit longu tosað um Jackson Pollock, sum hann eisini tók uppaftur.
"Longu í 2. flokki var eg øgiliga hugtikin av Pollock og hansara kaotiska, abstrakta stíli, men tá eg sjálvur byrjaði at mála, royndi eg at útihýsa verk hjá øðrum í so stóran mun sum gjørligt, so at eg fekk frið og náðir til at menna mín egna stíl uttan at verða ov ávirkaður uttanífrá. Nú, tá eg hvíli betur í mínum stíli, eri eg farin at kava djypri í listaverkini hjá øðrum, og mær dámar m.a. øgiliga væl málningarnar hjá Mykinesi, sum hanga á Listasavninum."
Teitur arbeiðir nógv við hesum tjúkku yvirflatunum, har nógv løg av tilfari eru stadnað oman á hvørt annað. Tað hevur ein dragandi, lokkandi virknað, samstundis sum tað kann kennast andstyggiligt, haldi eg. Tað spælir við tað trypofobiska í okkum, t.e. irrationella ræðslan fyri ruflutum og holutum yvirflatum, samstundis sum tað kínur okkara kærleika fyri lekrum teksturi. Hetta mótspælið riggar væl, og eg haldi, at verkini hjá Teiti eydnast sera væl, tá hann finnur røttu litsamansetingarnar, har fleiri nuansur av komplementerlitum samspæla og mótarbeiða hvørjum øðrum. Tá tað riggar, riggar tað forbannað væl.
Teitur hevði sína fyrstu framsýning í Smiðjuni í Lítluvík fyri hálvum øðrum ári síðani, og í millumtíðini hevur hann gjørt 15 verk, sigur hann bilsin, tá hann hevur talt tey saman.
"Tað er nokk so nógv", sigur hann.
Ja, tað er tað, tá mann er fleiri mánaðir um hvønn málning, sigi eg.
Hann svarar, at hann brúkar ræðuliga nógva tíð upp á mála. Kanska ov nógva.
Eg fái hug at spyrja, um tað er orsakað av einari terapeutiskari ávirkan?
"Tað byrjaði terapeutiskt", sigur hann. "Tá eg byrjaði at mála, var tað ein vegur úr depressiónini, sum eg tá sat fastur í. So við og við eru málningarnir blivnir ljósari og ljósari við tí, at sinnið er ljósnað. Tað sigur familjan hjá mær eisini: Tey síggja á málningunum, at eg eri nógv glaðari nú."
Teitur sigur víðari, at tað, sum fyrr var ein terapeutisk ávirkan, brátt broytti seg til eina stressandi kenslu, tá hann fekk góða móttøku á seinastu framsýning og seldi nógvar málingar.
"Tað byrjaði at kennast sum eitt press, at eg skuldi framleiða verk í hesum stílinum, sum fólk dámdu, men tá ein tíð var liðin, hvarv tann kenslan, og eg fór aftur at mála og eksperimentera, sum eg sjálvur hevði hug til."
Eg takkaði so Teiti fyri prátið og fór spákandi heim, nú regnskýggini vóru horvin, og luftin kendist reinsað og løtt at anda inn.
Soleiðis kennist tað ofta, tá ein hevur verið úti og notið góða list.
Myndir: Trygvi Danielsen