Open Mic við Supervisjón
Orðatekno á Reinsarínum
Smiðjan í Lítluvík
Smiðjan í Lítluvík, Smiðjan úti í Grind, var liðug at umvæla í 1977 og hevur síðan verið nýtt sum framsýningarhøli. Tórshavnar kommuna eigur og rekur Smiðjuna.
Húsið var upprunaliga ein smiðja, sum Restoff’s handil bygdi í 1870’árunum. Smiðurin var danin Niels Jensen, vanliga nevndur Jensen Smiður.
Smiðjan varð bygd vestanfyri býin, og Jensen Smiður gjørdi greitt, at hann var vónbrotin av, at hon stóð so langt frá Havnini, sum ikki rakk longur niðan enn til Vaglið.
Gríms Kambansgøta var tó gjørd hundrað ár frammanundan. Tað vóru menn frá Rybergs Handil, sum gjørdu steinsetta breyt úr Havn og út á Runding, har teir høvdu ríðibreyt.
Smiðjan í Lítluvík varð ikki verandi einsamøll har úti. Omanfyri kom smiðjan hjá Sigmundi á Argjum, síðani komu smiðjan hjá Askham og smiðjan hjá Peturi Arge. Í knappa øld var økið eitt ordiligt ordiligt smiðjuøki.
Smiðjan í Lítluvík er ætlað til myndlistaframsýningar, einstaklingaframsýningar ella smáar felagsframsýningar.
Supervisjón
Gesturin hesa ferð var Supervisjón. Supervisjón er alteregoið hjá listamanninum Lasse Thorning Jæger, sum kanska ikki hevur gjørt nógv um seg á føroysku pallunum (enn), men sum í sínum døgum hevur upptraðkað nógv sum slampoetur í Danmark. Hann er giftur til Føroya við yrkjaranum Lív Maria Róadóttir Jæger og hevur nú gjørt um seg við nýggja teknoprojektinum hjá sær Supervisjón.
Supervisjón er eitt gjøgnumført projekt, sum eg loyvi mær at kalla orðatekno. Tað botnar nemliga í orðum, sum verða snarað og skorin, endurtikin, manipulerað og distortað í allar ættir saman við dansandi tekno.
Tað er Lív sum hevur lisið yrkingar inn, sum Lasse síðani samplar. Supervisjón er ein visjón sum tekur útgangsstøði í orðum, tónum og rútmum, sum skulu hjálpa tær at fáa betri kunnleika um teg sjálvan og vera ókey við tær sjálvum, sigur Lasse. Hann tosar føroyskt á pallinum, hóast hann vanliga tosar á danska móðirmálinum.
"Roynd 1: At byggja" sigur hann og setur síðani gongd í tónleikin við bóltandi orðunum: "Sleggjhamari", "borimaskina", "hamra tað heila niður", "treylari", "vekk við tapetinum", "hvat skulu vit gera við handan veggin har?". Orðini eru fragmenteraði og ring at skilja, men eftir at tey eru ramsað upp nakrar ferðir í ymsum raðfylgjum, byrjar tú at skilja heildina og resonera við orðini, sum eru viðkomandi tá okkurt skal byggjast. Soleiðis koma "royndirnar" ein fyri og onnur eftir.
Roynd 2 er: At flyta. Tempoið fer upp, og út koma orðini: "Ansa eftir, tað ikki brotnar", "alt okkara shit", "skriva á við spritttýssj", "bobluplast". Fólk burdu uppá ongan máta sitið niðri til hendan tónleikin, men soleiðis er Reinsaríið nú einaferð innrættað hetta kvøldið, so tað má vera har við. Eg blundi og ímyndi mær, at vit standa á einum stappaðum dansigólvi í einum náttklubba og dansa. Eg dansi innaní og flyti høvdið í takt við tónleikin. Lasse er sjarmerandi og introvertur á pallinum. Hann flytir seg ikki við stórum rørslum, men hann følir tað, tað sæst. Tempoið fer enn longur upp, tí nú eru vit komin til Roynd 3: At skeldast. "Orð geva blá merkir", "rópa í eitt svart hol", "kasta ting", "skíta á kenslurnar", "at berjast er eksistentielt", "at skeldast er at luftboksa". So fer tempoið niður og Roynd 4 fer í gongd: At elska. "yvirvørr", "oyraflippa", "sveitti" og "akslar". Tað er erotiskur kærleiki, sum talan er um, hugsi eg, tá eg hoyri orðavalið koma stamandi úr hátalarunum.
Tá vit koma til Roynd 5, klári eg ikki at halda mær við at flenna, tí tað er okkurt so absurd við at lurta eftir tónleiki og hoyra orð sum: "skiftandi renta", "trygging" "hvørjar treytir vilja tit seta", "tit skulu arbeiða", "vit orðna restina", "einki problem", "kanska tit koma í eina kreppu", "kanska ein av tykkum doyr", "hækking og lækking". Tú klárar nokk at gita tað, at Roynd 6 er: At taka lán. Eg havi aldrin hoyrt tvey orð á repeat, sum rigga so væl og so illa í eitt elektroniskt teknolag fyrr, sum "hækking og lækking". Tað er okkurt so ironiskt og alvorligt við hesari framførsluni, at eg veit ikki, hvussu eg skal uppføra meg.
Tað er eisini eitt "tough crowd" á Reinsarínum í kvøld, og tað ger tað ikki lættari. Tá vit koma til Roynd 8, sum er síðsta lagið, eri eg forfard av, hvussu vit øll megna at sita so friðaliga, men vóni at hini føla tónleikin líka væl sum eg innaní, tí eg siti eisini forholdsvís friðalig, í mun til hvat eg burdi til Roynd 8, sum er: At telda. Tað liggur nakað betri til elektroniska orðaheimin at tosa um teldur. At elska teldur. At elska Telda. Teldan ljóðar antin sum eitt navn ella sum okkurt slag av eini AI skipan, sum ikki dugir at benda: "Eg elska Telda", "eg fari í song við Telda", "eg mussi Telda góða nátt", "eg vísa mín kensla fyri Telda", "baby Telda" "eg balla Telda í teppa". Nógv for góður humor.
Eg eri blown away, og takksom fyri, at eg sleppi at uppliva Supervisjón fyri fyrstu ferð og hopi, eg sleppi at hoyra hann aftur á einum dansigólvi næstu ferð. Vit fara at síggja nógv til Lassa framyvir, tað rokni eg við.
Anna Iachino & Eaglecentric
Aftaná pausuna er klokkan blivin yvir níggju, og nú trína vertirnir á pall. Tey, sum kenna konseptið um Open Mic Open Stage, vita, at vertirnir, afturat gestinum, eisini plaga at spæla í eitt korter, og tað var einki undantak hesa ferð. Arnold spældi eitt lag av síni komandi útgávu undir navninum EagleCentric, og Anna spældi eitt av sínum løgum einsamøll á palli. Hetta var super. Tað var í øllum førum nýtt fyri meg. Anna snaraði knøttum og spýtti poesi um trauma, og eg beundraði hennara yvirskot og framførslu. Síðani spældu tey bæði eitt lag afturat saman, sum tey hava útgivið við bólkinum MonkeyRat. Tá byrjaði rúmið at blíva eitt sindur ótolið og ókonsentrerað við fartelefonum og nógvum túrum á vesið. Nú var klokkan eisini yvir hálvgum tíggju og pallurin enn ikki opin. Er tað ikki heila poengið við tiltakinum, at pallurin skal vera opin?
Eg hugsaði meg væl um, áðrenn eg játtaði at skriva ummæli av Open Mic Open Stage, tí eg hugsaði, at tað er ov løgið at sita og ummæla ung fólk, sum stíga á pall fyri allar fyrstu ferð. Men at siga okkurt um konseptið Open Mic Open Stage, og hvussu tað eydnast sum tiltak, kann eg gott siga okkurt um. Tó vil eg fyrst loyva mær at siga eitt sindur um tey sum fóru upp í kvøld, tí tað er hóast alt teimum, tiltakið er ætlað og tað fóru "bara" fimm fólk upp, sum øll hava staðið á palli fyrr.
Benjamin Tausen á Lava
Fyrsti sjálvbodni á opna pallin var Benjamin Tausen á Lava. Hann segði, hann fór at improvisera ambient jazz klaver. Á pallinum stóð eisini Arnold við bassinum, sum Benjamin nokk hevði boðið upp at spæla við.
Benjamin er ein ótrúliga spennandi pianistur við stórum talenti og oyra fyri jazzi. Eg helt tað ikki vera serliga ambient, men harafturímóti rættiliga melodiøst og vakurt við einum hinti av melankoli. Eg hevði fyritrekt, at hann bara spældi púra einsamallur, soleiðis at fokusið var primert á honum og hansara tónlistaligu frásøgu í klaverspælinum. Hann er ikki vanliga solistur men pianistur í bólkunum iKai og Marius DC, so tað var mær ein frøi at sleppa at hoyra hann (næstan) einsamallan. Eg gleði meg at hoyra meira til hann í framtíðini.
Sámal Jakobsen
Næstur á listanum var Sámal Jakobsen. Sámal hoyrdi eg fyrstu ferð á Sement í 2019. Hann skrivar føroysk løg á gittara í singer songwriter stíli. Hann er annars eisini komponistur og skrivar klassiskar útsetingar, men hann hevur enn einki útgivið.
Hann spældi tvey egin løg hóskvøldið. Eitt um at vera í náttúrligum falli sum menniskja og eitt um at vera foreldur. Fitt løg við inniligheit og erligheit. Í tí seinna lagnum fekk hann enntá áskoðararnar at syngja við í valsinum við orðunum "Smábarnalív, mongum brestur ætlan", sum handlar um allar tær ætlanirnar ein má leggja frá sær, tá smábørn koma til. Hann fortaldi søgur millum sangirnar og var smittandi við sínum jaliga lyndi. Hann takkar Onnu fyri, at Open Mic Open Stage er byrjað aftur, og tað haldi eg eisini at vit øll eru glað fyri.
So bíða vit eina løtu
Open Mic Open Stage er eitt mentanarligt átak við tí fyri eygað, at geva øllum, ungum sum gomlum, ein pall at prøva seg fram á. Tað førir tá eisini við sær, at tú sum áskoðari mást vera tolin viðhvørt. Tey sum framføra lesa ofta tekstirnar á telefonini, meðan tey framføra. Tey skulu ofta líka finna útav, hvat tey skulu spæla og hvørjum duri sangurin skal vera í, meðan tey standa á pallinum. Tey umskylda seg ofta, áðrenn tey fara í gongd (at tey ikki eru fyrireikað, ella at sangurin ikki er heilt liðugur, ella at tey eru sindur forkølað osfr.), og tað er eisini heilt ókey. Tað haldi eg, at man sum áskoðari er klárur uppá, tá man kemur á Open Mic Open Stage.
Tó eru tað nøkur ting, sum mugu vera í ordan, tá man hevur við (møguliga) óroynd fólk at gera, og tað er, at teknikkurin er í ordan og ikki ov nógv tíð fer til onki. Millum Sámal og næsta lagið fór eitt korter við, at onkur hoppaði frá (sum eisini er púra í lagið), og tað ikki gekk so væl við at fáa eitt backingtrack frá til ein, sum ynskti at syngja. Tá bleiv salurin aftur óróligur, meðan Anna royndi at fylla stillið við smátosi. Eg eri bangin fyri at hesin siðurin hjá vertinum, at interviewa áskoðararnar við mikrofon í pausum, ger, at summi velja at ikki koma aftur. Sum prinsurin á hvíta hestinum, trinu tvey kend fólk á pallin at bjarga okkum úr støðuni, og tað vóru Bartal Augustinussen (prinsur) og Rebekka Petersen (hestur).
& BARTAL
Vit kenna hann frá Guðrun & Bartal, men nú er hann farin solo, tó við Rebekku við sína lið. Tey sungu hetta kvøldið tvey løg, sum tey eru í ferð við at taka upp og útgeva. Løgini eita "Mítt sanna andlit" og "Kastið væl". Tey eru vælvand og samansungin, tað hoyrir man. Tey munnu hava spælt hesi løgini saman fleiri ferðir fyrr, tí orðini eru ótrúliga nógv, og tey hyggja ikki í nakra fartelefon.
Tey syngja hvørt einasta orð saman unisont blundandi sum tveir einglar. Tey gera ikki nógv burturúr at fáa kontakt við áskoðararnar, men tekstirnir og flottu løgini gera tað fyri tey. Tey hava bæði tvey eitt einastandandi talent, tá tað kemur til orðasmíð, og tað er ein fragd at sita og lurta og royna at fylgja við í, hvat ólukkan hendir í tekstunum. Teir er ofta so absurdir við nógvum samansettum og uppfunnum orðum, og ferðin er høg, so tú mást bara blunda, líka sum tey, og fara við flowinum.
"Hesar ideologiirnar / hesar ideologiirnar / eitt video so slitið upp um glinsandi borgarar / vesikummuidiotarnir / vesikummuidiotarnir / teir finna fififilosofi millum lummaull og myntir"
Anita
Síðsta framførslan hetta kvøldið var ungi yrkjarin, Anita Gudmundarson. Hon er bara 16 ár og hevur einans lisið yrkingar upp eina ferð áður. Anita hevur sum Rebekka og Bartal, Lív, Sámal Jákup og Anna góðan smag innan orðaval og rútmu. Yrkingarnar hon læs itu "Ein nýggj mynd", "Te(g)", "Ein hvít kanin" og tann síðsta hevði einki heiti, men handlaði um at lesa upp. Hon er í einari gráari Tutl troyggju og lesur spakuliga og týtt upp, tí hon er nervøs. Men tað, at hon er nervøs ger bara, at fólk verða enn meira hugtikin. Øll lurta í andakt, meðan Anita opnar seg upp við erligum orðum:
"Mítt hjarta dukar í móti mínari bringu, tú sær tað um tú hyggur nóg væl eftir. Eg royni at fáa tað at slappa av. Míni bein gerast bleyt og byrja at rista og tað tekur alt úr mær ikki at steðga upp. Mín rødd skelvur. Eg føli eyguni stara meg niður og taka ímóti hvørjum orði, sum glíður úr mær. Kanska er tað bara eg? Kanska hugsa tit ikki um hvat eg sigi og orðini fara ikki í tykkum, tey fara upp í loft. Eg veit ikki hvar eg skal hyggja. Mín andadráttur verður skjótari og týttari. Tosi eg for hart ella for spakuligt, for skjótt ella for seint? Men tó smíla tit við høvdunum á skrá."
Og tað passaði. Eg hevði høvdið á skrá og smíltist, og tað gjørdu fleiri onnur eisini. Anita er ein yrkjari, sum hevur funnið sína poetisku rødd í ótrúliga ungum aldri, og tað hoyrist, hvussu observerandi og sansandi hon er. Man hoyrir, at hon hevur áhuga í yrkingum og lesur aðrar føroyskar yrkjarar við eldhuga. Eg gleði meg at hoyra meira til hennara í framtíðini. Hon er í øllum førum ein spennandi yrkjari at halda eyga við.
Orðini ráddu
Eg má siga, at tað vóru orð í øllum hugsandi formum, sum ráddu á Reinsarínum hesa ferð til Open Mic Open Stage, og tað var ótrúliga spennandi at eygleiða. Orðatekno, orðasangir, yrkingar, ljóð uttan orð, fragmenterað føroysk orð, dramatisk ensk orð, skjót orð, sein orð, manipulerað orð, stamandi orð... you name it! Og klokkan hálvgum ellivu endaði ballið. Tá skuldu vertirnir náa Teistan til Sandoynna, har tey búgva. Hetta helt eg vera óheppið, tí eg visti, at enn vóru nøvn eftir á listanum, sum høvdu sitið og bíðað síðani klokkan hálvgum átta. Arnold segði, áðrenn tey fóru, at tey í framtíðini ætla at gista í Havn, tá Open Mic Open Stage er, so tað kann halda á til klokkan ellivu, men eg haldi ikki, at tað er tað, sum er trupulleikin. Altso, at tiltakið er ov stutt. Tí tað vóru ikki hesi fýra nøvnini, sum fóru á opna pallin, sum fingu mest palltíð hetta kvøldið.
Open Mic Open Stage verður eina ferð um mánaðan framyvir og verður næstu ferð tann 15. desembur. Tá er tað ungu jazzpoppararnir iKai, sum verða gestir. Eg hopi, at fyriskipararnir og Reinsaríið tá taka hetta til sín, at meira pláss má vera fyri nøvunum á listanum og minni palltíð má fara til fyriskipararnar, veri tað við práti ella framførslu. So haldi eg, at tiltakið verður betri vitjað, tí eg veit, at eg eri ikki einsamøll í hesari meiningini. Tað er eisini orsøkin til, at eg føli eina ábyrgd at skriva tað í hetta ummælið. Og um eg ikki skrivaði tað, hevði hetta ummælið verið heilt viðsíðuna av. Tí vil eg við allari verðsins virðing vísa mína allar størstu tøkk fyri intiativið, at fyriskipararnir og Reinsaríið skipa fyri Open Mic Open Stage, tí tað er so týdningarmikið fyri menningina av listaliga umhvørvinum í Føroyum. Tí mugu vit saman gera tað so, at tiltakið verður so væl skipað sum yvirhøvur gjørligt, til frama fyri tey uppløgdu sum vilja luttaka.
(Myndir: Gwenael)