/
-
Rakul í Gerðinum

Makrel og Guðrið Hansdóttir á Reinsarínum

Makrel og Guðrið Hansdóttir á Reinsarínum

Tað var nakað Forever and Beyond yvir konsertini leygarkvøldið. At Makrel ikki hevur verið á palli í 20 ár, kann helst tykjast óendaliga leingi fyri summi. Ikki minst, tað, at ikoniski guitarleikarin í upprunaligu Makrelmanningini ikki hevur talst millum okkara helvtina av tí tíðini, var við til at skapa sorgblíða ævinleikakenda huglagið á Reinsarínum fyrsta oktobur.

Vit høvdu sett okkum fyri at vera í góðari tíð, unnusti mín og eg, tá vit settu bilin í Tórsgøtu ein lítlan hálvan tíma, áðrenn konsertin skuldi byrja. Hetta var tó als ikki neyðugt, tí tað vísti seg at vera ein standikonsert, sum heilt sikkurt eisini er meira hóskandi til ein bólk sum Makrel.

Guðrið Hansdóttir

Guðrið borgar fyri góðsku

Tíggju minuttir yvir hálvgum tíggju hevur Guðrið Hansdóttir tikið guitaran fram og trívur, uttan hóvasták, í fyrsta sangin, sum eisini er fyrsti sangurin á nýggju útgávu hennara, Gult myrkur. Saman við Katrinu Olsen á saxofon, framførir hon fyri áhoyrarunum – summum sitandi við eitt av borðunum á svalanum, summum standandi eitt sindur frá pallinum og fyri køini til barrina, sum røkkur frá barrdiskinum og yvir í hin endan á rúminum.

Tá Guðrið er liðug at syngja um ánna, sum hon misti sítt hjarta og sín tanka í, klappar køin. Guðrið takkar og sigur seg skula hita okkum upp, áðrenn Makrel kemur á pallin, og kunnar annars um, at hon kortini ikki fer at larma líka illa sum teir. Restin av bólkinum hjá Guðrið kemur á pallin, og tey framføra nakrar av hennara tónleikaligu perlum, nýggjum – eins væl og gomlum, meðan sussandi køin so líðandi minkar eitt sindur, sum løgini líða.

Guðrið hugtekur við síni mjúku, kláru rødd, sum trygt og lætt flytir seg upp og niður í styrki, uttan at lata seg ávirka av, til tíðir harðmæltu gestunum – sjálvt ikki, tá ið hon syngur vakra og inniliga sangin Hús, um at missa ein kæran.

Men eftir tað tykjast allir gestirnir endiliga at vera forsýnaðir; køin er upployst, og fólk eru við upp á tað, nú tey hava funnið sær pláss úti á gólvinum frammanfyri pallinum, og vit koma til eitt av lívligaru løgunum, Cloth Mother. So er tað Pegasus, sum Guðrið á Beyond the Gray syngur saman við Hans Marius Ziska, men í kvøld syngur saman við Katrinu Olsen, og til allarsíðst reka vit á Guðriðsa kenslunnar aldu til sangin við yrkingini hjá navnu hennara Guðrið Helmsdal, Morgun í mars.  

Fyrireikararnir lovaðu okkum upphiting á høgum støði við klassikarum eins væl og feskum perlum, og tað helt í kvøld, sum tað eisini hevur hildið hesi seinastu umleið tjúgu árini, Guðrið Hansdóttir hevur ríkað føroyska tónleikapallin.

Merkisdagar

Stundir eru at fara útum at svala sær á, áðrenn Makrel fara á pallin. Eg tími ikki at leita eftir frakkanum í garderobuni, men læni turriklæðið hjá eini vinkonu. Tað er allíkavæl ikki serliga kalt at standa í guvuni undir tekjuni millum Reinsaríið og Miðlahúsið, men eg geri skjótt av, tí eg vil ikki missa nakað viktugt, tá eg nú skal ummæla konsertina.

Mikrofonirnar við eyðkendu ljósrørunum vavdum um stativini eru settar fremst á pallin, og menn gera klárt at byrja. Tá teir eru komnir so langt, leggja teir út við Where Does It Come From, av útgávuni, Transcend – og ferðin aftur til stemningin í árunum tvørturum túsundáraskiftið er byrjað. Onkur smávegis trupulleiki er við tí einu mikrofonini í fyrstuni, hon var vist ikki tendrað beinanvegin, men ljóðtøkningurin fixar tað, so tað darvar á ongan hátt konsertupplivingina.

Í presentatiónini av næsta sangi verður – ikki so øgiliga avdúkandi – sagt, at Filthy Tongue, handlar um skitnu tungurnar, sum vóru frammi í 2004, og at onkrar teirra eru frammi enn. Undan sanginum Time Is Now, har ið tað millum annað verður spurt Did we become, what we intended to?, sigur Ári, at hóast fyriskipararnir lýstu við konsertini, sum part av átta ára hátíðarhaldi fyri, at Reinasríið læt upp, og hann – eitt sindur speiskliga – sigur seg ivast í, um tað er nakað at feira, so sigur hann eisini, at fyri Makrel er hendan konsertin eitt høvi til at markera, at tað, tann tíggjunda í tíggjunda í ár verða tíggju ár síðani, at Rasmus Rasmussen andaðist. Hesum seinna eri eg sum áhoyrarari neyvan einsamøll um at taka undir við.

Vit fáa okkurt smávegis at vita um upprunan til sangirnar, so hvørt, sum teir verða spældir; um mótmælisgongur ímóti George Bush yngra, sum Ári var raskur at fara til í lestrartíð síni í Svøríki, og um eina nátt á G!, tá ið alt gekk upp í eina hægri eind, sum sagt varð um ávikavist Wonderland og Transcend – so eru vit tunaði inn, um vit ikki vóru tað frammanundan.

Áskoðarar njóta løtuna

Nýtt lag frá Makrel

Makrel takkaðu fyri seg eftir sjey góðar sangir, men vóru tíbetur skjótir at lata seg klappa inn aftur á pallin, har teir fyrst framførdu nýggja lagið Sigarett. Íblásturin til lagið er frá videobrotum, sum Rasmus Rasmussen legði út á sína youtubekanal, Rokkstovan. Videobrot, har hann gongur úti í náttúruni – í viðarlundini í Havn – við sigarett í hond og leitar eftir friði, sum Ári greiðir frá. Rasmus fekk seinni frið har í viðarlundini, sum partur av tekstinum, soleiðis, sum eg havi noterað mær tað, í síðsta sanginum ljóðar:

Jørðin nú rúmar tær,
langt, langt burtur frá mær.
Nú náttúran eigur teg.

Hetta var kanska hin mest rørandi, av tilsamans mongum rørandi løtum, á Reinsarínum, uttan kortini nakrantíð at gerast tyngjandi rørandi.

Men publikum hevði langt síðani givið úttrykk fyri, at tey vildu hoyra Euphoria, og heldur ikki tí viðvíkjandi, blivu tey skuffaði.

Makrel takkaðu endaliga fyri seg við Forever and Beyond, leygarkvøldið, men ein lítil búkkensla sigur mær, at tað neyvan ganga tjúgu ár aftur, áðrenn vit sleppa at uppliva bólkin live næstu ferð.

Tað er einki at taka feil av, at Rasmus var tilstaðar í tónleikinum frá byrjan til enda, og hvør er betri at spæla hansara guitartónar í bólkinum enn Heðin Ziska Davidsen, ið somuleiðis er ein meistari í effektum?

Magnusi Elisson, frá uppruna manningini, barst frá at spæla trummur hesa ferð, og í hansara stað kom Rani Christiansen, og Líggjas Olsen var gestaleikari á tangentum á løgunum Euphoria og Sigarett.

Makrel spælir harðan tónleik, sum eisini er bleytur. Bólkurin hevur eitt larmandi ljóðunivers, sum eisini er atmosferiskt, og soleiðis er tað pláss fyri headbanging í fremstu røð og tárum í eygnakrókum, tí Makrel fevnir um alt hetta í eini og somu framførslu.  

(Myndir: Gwenael Akira Helmsdal Carré)

Tiltøk

No items found.