11
/
11
-
2022
Trygvi Danielsen

List til eitt vist - Tónleikur

List til eitt vist - Tónleikur

Farna hóskvøld var List til eitt vist hildið á triðja sinni. Tiltakið var í harðari kapping við formansrunduna í sjónvarpinum, nú tað rumblar undir politiska grundvøllinum, og tað merktist á uppmøtingini. Tað er gávumilt, um eg sigi, at Perlan var hálvfull.

Evnið hesa ferð var tónleikur. Eins og hini bæði undanfarnu kvøldini var Óluva Zachariassen orðstýrari, og í tónleikapanelinum sótu Mikael Blak, Uni Debess, Sigvør Laksá og Marianna Winter. Ein fín samanseting av fólki, har tónlistin, tónleikavinnan, royndirnar og ungdómurin øll vóru umboðað og blandað saman.

Tað var áhugavert at hoyra tey tosa um munin á føroysku tónleikamentanini fyrr og nú. Tey vóru øll samd um, at ljóðgóðskan og støðið sum heild er hækkað seinastu áratíggjuni, men tey hildu kanska eisini, at tónleikurin var blivin meira homogenur, altso at alt er farið at líkjast meir. Tað helt Mikael, at føroyskur tónleikur ljóðar meira altjóðagjørdur nú, og tað hevur bæði fyrimunir og vansar, tí tá missir tú tað serstaka ella unikka, sum ger tónleikin lættari at selja. Um tú ljóðar sum 100 aðrir bólkar úr USA og Evropa, hví skuldi ein bókari umboðað júst teg?

Sigvør helt eisini, at føroyskur tónleikur í dag hevur minni kant, og tað kemst av, at eingin eftirspurningur er eftir kanti. Fólk eru ikki von við øðrvísi tónleik, tí KVF hevur vant tey við, at alt skal vera lætt og behagiligt. Nakað soleiðis segði Sigvør, og tá hoyrdist eitt “hoyrt!” av aftaru rekkjunum. Tað gjørdist eitt av høvuðsevnunum, at KVF manglar ein tónleikapolitikk, so at tað ikki bara er upp til tann tilvildarliga teknikaran at avgera, hvat verður spælt. Tað er galið við skipanini, segði Mikael; tað er ein systematisk broyting, sum má og skal fara fram í Kringvarpinum.

Tónleikaheimurin er broyttur. Fyrr larmaðu bólkar í garasjum, nú sita einstaklingar við telduni og framleiða. Fyrr hittust tónleikarar og jammaðu, nú koma fólk ikki hvørjum øðrum við upp á sama máta. Inniluftin var ikki heilt frí fyri alt-var-betri-fyrr-nostalgi, og sorgblídnið var ei heldur frítt fyri fínum eygleiðingum. Mikael helt, at alt er meira tilgjørt í dag, tónleikarin má skapa sær eitt image, eitt visuelt og tekstligt úttrykk, ið er minst líka umráðandi sum tónleikurin sjálvur, um mann ætlar tær at sláa ígjøgnum úti í stóru verð. Tað krevur fýra heiltíðarstørv at megna tað, helt hann.

Fíggjarligu umstøðurnar hjá tónleikarum í Føroyum eru góðar í mun til heimin sum heild, men tær eru langt aftan fyri grannalond okkara – og aðrar listagreinar í Føroyum. Tað segði Mikael. Starvslønarskipanin er ikki hóskandi til tónleikarar, sum skulu upptaka eina plátu, tí teimum tørvar einar 100.000 krónur til arbeiðið. Tað fært tú ikki frá stuðulsskipanini hjá Mentunargrunninum, sum typiskt stuðlar verkætlanum við upp til 15.000 krónum. Afturat hesi skipan átti at komið ein pulja á o.u. 10 milliónum um árið, sum tónleikarar kunnu søkja, segði Mikael Blak. Harafturat átti FMX, Faroe Music Export, at fingið nógv betri sømdir enn tær 700.000 árligu krónurnar, sum Glen Larsen í løtuni hevur at arbeiða við. Hann hevur framt undurverk við teimum pengunum, norðmaðurin, sum veruliga hevur sett gongd í útflytingina av føroyskum tónleiki. Sigvør helt, at hann átti at fingið eina eyka millión á staðnum og síðani eina hægri upphædd næsta ár, tí tað hevði munað væl í hansara týdningarmikla arbeiði at byggja tónleikaligar brýr til útheimin. Hon hevði í saman viðfangi eitt gott poeng afturat, sum var, at landið stuðlar t.d. fiskivinnuni og landbúnaðarvinnuni, so hon skilti ikki negativa retorikkin, sum finst um tær listarligu vinnurnar, at tær ikki hava uppiborið stuðul, at listafólk eru nassarar og so víðari. Listin kann eisini vera ein fíggjarlig íløga hjá landinum, sum betalir seg sjálva aftur.

Tey tosaðu eisini um bókarar, hvussu stóran leiklut agenturið ella umboðið hevur í konsertheiminum. Uni Debess segði, at hann fann sín bókara 10 ár ov seint. Nú er eingin trupulleiki hjá honum at spæla á støðum, sum hann ikki hevði atgongd til, tá hann umboðaði seg sjálvan og royndi seg fram við teldupostum til tey ymsu konsertstøðini. Tað snýr seg um at hava netverkið, sum Marianna Winter eisini legði dent á. Í Føroyum hava vit ongar bókarar, tí tað er óneyðugt. Samfelagið er so smátt, at business síðan av tónleiki ongantíð hevur grundfest seg. Vit eru altíð eina telefonsamrøðu frá øllum. Men soleiðis er ikki í útheiminum, og tí snýr tað seg um at finna sínar samstarvsfelagar, sítt toymi, sum Marianna segði.

At enda snúði tað seg um hølisviðurskifti, serliga hølini hjá LISA í Hoydølum, har tveir bygningar eru tøkir at leiga, fyrrverandi tónleikahølini hjá Studentaskúlanum. Mikael helt tað vera upplagt at umgera hinar báðar stóru skúlabygningarnar til listaverkstovur, atelier, konsert-/teaturhøll og so víðari. Tað hevði skapt eitt fantastiskt miljø, ein miðdepil til listina, har mann kundi fyriskipað stórar tvørlistarligar festivalar og skapt eitt blómandi umhvørvi. Potentialið er óendaligt. Sum nú er, er leigusáttmálin 3 ár, helt Marianna, um tú skalt leiga studio/venjingarhøli frá LISA, men sáttmálin kann ógildast við eini freist á 6 vikum. Tað vil siga, at títt grundarlag brádliga kann skrykkjast undan tær, so at tú aftur stendur á berum. Tá Óluva orðstýrari læt upp fyri spurningum í betongsalinum, var ein, sum segði, at hetta við manglandi langtíðarbinding er ein gjøgnumgangandi tilgongd, sum súrgar politisku tankagongdina. Alt koyrir upp á pilotbasis, alt skal royndarkoyrast heldur enn gjøgnumførast. Tað helt eg vera væl sagt.

Sum heild var tað eitt upplýsandi og áhugavert kvøld í Perluni. Niels Arge Galán hevði eisini eina framløgu um, hvussu hann og Uni Árting hava sniðgivið pláturnar og gjøgnumgangandi stílin hjá teirra legendariska punkbólki, 200. Tað setti ein avslappaðan og kunnleikaberandi tóna fyri tiltakið, sum var hildin til endan. Gott í Reinsaríið, at tey skipa fyri hesum listakjakunum. Eg gleði meg longu til næstu ferð, tá rithøvundar fáa orðið.

Tiltøk

No items found.