15
/
12
-
2023
Ári Rouch

Knút: Útgávukonsert á Reinsarínum

Knút: Útgávukonsert á Reinsarínum

Hósdagin 24. november 2023 var útgávukonsert hjá Knút – Knút Háberg Eysturstein - á Reinsarínum. Ári Rouch var á staðnum og ummældi konsertina.


HYPNOTISK UPPHITING

At hita upp hevði Knút fingið duettina Konsørn, sum telur Mattias Kapnas á tangentum og Jan Rúna Poulsen á slagverki v.m. Hesir høvdu ”mangan brattan gingið” saman við Knúti, sum teir sjálvur tóku til, og spældi Mattias eisini seinni á kvøldinum saman við Knúti. Konsørn hevur givið út frálíku útgávuna ”1418”, og framførdu teir hetta kvøldið trý instrumental løg. Tað var eyðsýnt, at lurtarafjøldin var hugtikin, tí fólk sótu hypnotisk í andakt og lurtaðu, meðan snillingarnir á pallinum málaðu vøkur, instrumental landsløg. Ein góð og hóskandi byrjan uppá konsertkvøldið.

HÁLVFULT HÚS

Kl. 20.50 stóð Knút klárur á pallinum saman við bólki sínum. Reinsaríið var skrýtt við jólaperum og jólastjørnum og gjørdi hetta løtuna ikki minni hugnaliga. Við sær hevði Knút frálíkan bólk, Torleik Mortensen á bassi, Per Ingvald Højgaard Petersen á trummum og Mattias Kapnas á klaver og synth.

Nýggja útgávan, ”Hjartasláttur”, er fesk, bert tvær vikur gomul, men hava tó fleiri løg verið givin út sum stakløg undan heildarútgávuni. Hesi hava leypandi fingið sera góð skoðsmál, og tey hava eisini verið nógv spæld í Kringvarpinum. Vit hava tískil verið mong, sum hava glett okkum til heildarútgávuna, og hevur hon tíbetur livað væl og virðiliga upp til vónirnar. Ársins heildarútgáva í 2023 spyrt tú meg. Vælskrivað løg, tekstir og Regin Dahl tulkingar, alt ílatið framúr framleiðslu. Við hesum vala verki í skjáttuni undraði tað tískil, at Reinsaríi bert var hálvfult til konsertina.

VAKUR FORSONGUR OG SAKNAÐA KÓRIÐ

Lagt var út við lagnum Himnafar, sum eisini er fyrsta lagið á útgávuni. Mattias Kapnas legði fyri á klaverinum, sum bygdi hann eina brúgv frá Konsørn víðari yvir til Knút. Tað var eyðsýnt ígjøgnum konsertina, at Mattias eigur ein týðandi leiklut í nýggja tilfarinum hjá Knúti. Ein legði beinanvegin til merkis, at ljósa røddin hjá Knúti var ljóðblandað heilt frammi í ljóðmyndini, og kom hon vælljómandi og týðuliga út til áhoyraran.

Knút er mentur nógv sum sangari á leiðini, serliga á undanfarnu útgávuni ”On High” og nú á ”Hjartasláttri”. Hann sang og ljóðaði framúr alt kvøldið. Vakri gospel kórsangurin, sum eftirhondini er vorðin eitt vørumerki hjá Knúti við tveimum teimum seinastu útgávunum, var ikki ein partur av ljóðmyndini hetta kvøldið. Gamaní var nakað av kóri í lutinum hjá Torleiki og Peri, men var hesin somikið veikur í ljóðmyndini, at hann tíðum als ikki hoyrdist. Vakri kórsangurin á útgávunum gevur eitt flott og stórbært lyft í løgunum, sum ikki var á konsertini í sama mun hetta kvøldið.

ANDSFELAGIN REGIN DAHL

Næsta lagið var ”Tú ert”, sum er ein kærleiksyrking eftir Regin Dahl, sum Knút hevur sett lag til. Knút hevur arbeitt vísindaliga við skaldskapinum hjá Regini Dahl, og hevur hann eisini givið út bók um skaldið og tónasmiðin. Sum heild tykist Knút eisini draga íblástur frá Regini í tekstunum á útgávuni. Tað eru teir stóru spurningarnir, sum verða viðgjørdir: Alheimurin, náttúran, sambondini millum menniskju, føðing, lívið og deyðin. Hetta er Knút komin væl frá, og tað gevur løgunum ein andaligan dám og eina vakra dýpd. Regin Dahl-løgini ”Ogn” og ”Sálmur” vóru millum hæddarpunktini á konsertini, eins og tey eru á útgávuni.

KNÚT VAR KNÚT

At geva út og framføra í egnum navnið krevur sítt stavnhald. Tú kanst ikki á sama hátt, fjala teg handan eitt alias ella saman við einum bólki. Knút er kendur í føroyskum tónleikahøpi úr fleiri bólkum, hartil sum viðmerkjari og ummælari. Knút var Knút hetta kvøldið á pallinum. Nærverandi, eymjúkur, og sjónliga takksamur, errin og glaður, nú útgávan var vorðin veruleiki, og fólk vóru komin á konsert. Hann var passaliga prátingarsamur millum løgini og greiddi frá samanhangum í mun til løgini, vitugur og skemtiligur uppá hansara eyðkenda turra máta.

FRAMÚR, MEN EG YNSKTI MÆR ENN MEIRA
Knút endaði konsertina við vøkru vøgguvísuni, sum hann hevði skrivað, tá hann gjørdist pápi á fyrsta sinni. Eg sat tá við kensluni, at talan hevði verið um eina frálíka konsert. Væl framførd fyri fjøldini, sum sýntist hugtikin og hugsavnað alt kvøldið. Øll nýggju løgini av ”Hjartasláttri” vóru framførd umframt, frálíku løgini,”The Road” og ”On High”, av undanfarnu útgávu Knúts.

Eg fangaði tó meg sjálvan í, við kanska órímiliga ynskinum um meira. Meira gospelkór, fleiri strúkarar, størri pall, ljós og pallsetan. Hetta tí talan var um eina útgávukonsert. Fleiri føroyskar útgávukonsertir hava seinastu árini verið stórt uppsettar í t.d. Norðurlandahúsinum ella Sjónleikarahúsinum í Havn. Nýggja útgávan hjá Knút er somikið sterk, stórsligin og tónleikurin somikið væl framleiddur, at hesin hevur uppiborið eitt stórt hátíðarhald í mun til hetta hóskvøldið í desember, har Reinsaríið tíverri bert var hálvfult. Hvørt ein størri pallur ella uppsetan hevði verið tað rætta, skal eg tó ikki taka dagar ímillum. Tað er eisini tíðarkrevjandi og kostnaðarmikið at seta stórt upp. Jarðbundni leirvíksingurin tóktiskt føla seg heima á intima pallinum í Reinsarínum hetta kvøldið. Viðmerkingin um hvussu teir allir fýra nú vóru blivnir pápar, hvussu tíðin ikki strekti til, og hví útgávan hevði verið so leingi ávegis segði kanska søguna. Vónandi koma nógv fólk til aðru útgávukonsertina, sum verður í Tøting í januar. Møguliga skal breiða fjøldin tyggja meira uppá útgávuna. Eg havi í hvussu so er hug at fara aftur, og verður Knút vónandi at hoyra á ársins G-festivali í summar.

Myndir: Gwenael

Setlistin:

1. Himnafar

2. Tú ert

3. Ogn

4. The Road

5. Vit sótu við havið

6. Náðisólin

7. Hjartasláttur

8. Sálmur

9. Villiniborg

10. On High

11. Vøgguvísa

Tiltøk

No items found.