24
/
10
-
2023
Dania O. Tausen

Cantabile í Auluni í Finsen

Cantabile í Auluni í Finsen

Farna leygardag 4. februar varð skipað fyri forkunnugari konsert í Auluni í Finsen við vælkenda kórinum, Cantabile. Sum íbúgvi í Finsen er tað altíð stuttligt, tá okkurt hendir í Auluni, og tá eg kom rennandi eftir gongini í skundi (tað er altíð tey, ið búgva tættast, sum koma síðst), legði eg merki til, at her var lagt upp til eina serliga løtu við fult av fólki. Við hurðina var borðreitt við víni, marsipani og eini konsertskrá. “Sangperlur í nýggjum hami” stóð á forsíðuni.

Eg fór at hugsa, um tað vóru kvinnurnar í kórinum, sum skuldu ímynda sangperlurnar í nýggjum hami, men eg visti, at talan nokk var um sangirnar. Tað bleiv eisini staðfest, tá eg sá konsertskránna við nógvum av landsins størstu klassikkarum. Eg unti tó avgjørt kvinnunum hetta heitið sum sangperlur í nýggjum hami, uttan at kenna teirra undanfarna ham, tá eg sá tær standandi í hálvmána so spentar og klárar at syngja.

Cantabile merkir jú at syngja bleytliga, og tað er eisini eitt av eyðkennunum hjá kórinum: At tær ofta syngja flottar klassiskar útsetingar við bleytum, drúgvum og tøttum tónum. Men hendan dagin sluppu tær at royna seg alsamt meira rútmiskt sum syngjandi bassar og trummur í ymisku útsetingum av kendum poppløgum. Tær løgdu út við klassikkaranum “Eitt sunnukvøld í plantasjuni”, har rútman varð hildin við hvøssu orðunum: “Hvønn týssshdag og hósssdag” gjøgnum øll versini. Ein løtt og stuttlig byrjan uppá kvøldið.

Cantabile

Kvinnur ella gentur

Høvuðskórleiðarin hetta kvøldið var Pauli í Sandagerði. Hann hevði eisini gjørt flestu útsetingarnar. Tá hann tók orðið millum sangirnar broyttist huglagið í rúminum. Pauli er jú fullur í søgum og krønikum, og fólkið flenti eftir øllum, hann segði. Tað setti ein hugnaligandám á heldur hátíðarliga hølið, sum Aulan er. Tó legði eg merki til, at tá hann tosaði um kvinnurnar aftanfyri seg, blivu tær knappliga til ungar smædnar gentur.

Hann kallaði tær “gentur” fleiri ferðir, sum eg helt verða undarligt, men aftaná konsertina fekk eg tó at vita, at tað nokk er tí, at hann hevur verið kórleiðari hjá Cantabile, síðani nógvar av teimum vóru ungar gentur. Tó haldi eg, at tað hevði verið kulari, um kvinnurnar tóku orðið í millumsangirnar, heldur enn kórleiðarin, sum viðhvørt var í so upptikin av at fortelja áskoðarunum, at “genturnar” vóru eitt sindur ósikrar og nervøsar, og at “tað, sum tær syngja, er ikki lætt, men tær klára seg soo væl” – einki av hesum var ósatt, men kanska betur ósagt. Og eg kundi ikki halda mær at ivast í, um hann eisini hevði sagt tað sama, um tað var eitt mannfólkakór, ið stóð aftanfyri hann.

Ella mammur

Tá tað er sagt, so var stemningurin góður í Auluni, og tá Benny Wilkinson trein á gólvið at dirigera eina útseting eftir Hans Poulsen av lagnum “Kvøða til pinkubarnið”, hugsaði eg um hesar ósikru genturnar, sum nú eru vaksnar kvinnur og mammur. Nógv børn og nógvir makar vóru til staðar, og tað merktist, at tær føldu við orðunum í hesum MC Restorff sanginum. Hans hevði tvær útsetingar við á konsertini, og tann seinna av lagnum “Heystið”, sum hoyrir familjuni til, og er útgivið á fløguni Vónir hjá Judy og Óla. Eitt ótrúliga vakurt lag í nýggjari útseting, har tað í støðum var avbjóðandi hjá altunum at halda rútmuna við stuttu og lágu basstónunum í rungandi hølinum, sum Aulan er, har ljóðið ferðast við fullari ferð.

Kórútsetingarpotentiali

Summi løg rigga betur til kór enn onnur, hugsaði eg, tá fleiri av hesum popputu løgunum vórðu framførd. Tað er stuttligt at hoyra, og eg rokni við, enn stuttligari at syngja, men ikki altíð beinleiðis betri enn originalurin. Pauli kallaði hesar sangirnar fyri “forpestaða royrahangarar”, og ja, tað er nokk tað, sum ger, at teir hava uppiborðið eina a capella versión.

Her hugsi eg serliga um tey næstu tvey løgini, sum Pauli hevði arrangerað: “Tú ert so deilig” hjá Safir og “Til tey stressaðu” hjá Frændum. Tað var stuttligt at hoyra, men rørdi meg ikki sum aðrir sangir á konsertskránni, sum: “Hvítar flykrur” hjá Frændum, “Á ferð í dreymaland” hjá Terja Rasmussen og “Havnardalur” hjá Anniku Hoydal. Teir tæntu betri endamálinum og rúminum, og royndu ikki líka nógv at líkjast upprunaligu upptøkunum við at halda fast í popputu orkuni við ekkóum og festligum gimmicks.

Eg má eisini siga, at tað gleddi meg, at eingin solopetti vóru á skrá, tað kundi jú verið upplagt og freistandi í slíkum poppsamanhangum, men tað klæddi heildini so væl, at tað ikki varð diskað upp við tí.

Móti endanum á skránni komu vit so líðandi til lagið “Sóljugentan” hjá Simma og Connie, sum Teitur Lassen hevði arrangerað. Tað hoyrdist, at tað var Teitur, tí tað var so langt frá upprunaligu versiónini, sum yvirhøvur møguligt. Melodilinjan var ikki tann, vit kenna – hon benti bara á, hvussu hon plagar at ljóða. Kórið var sveimandi og ikki trallandi sum originalurin. Akkordirnar vóru tættar við nógvum sekundum og flottum rørslum. Í hesum lagnum kundi eg slappa fullkomiliga av og fara, har vindurin tók meg.

Myrkur endi

Tvey onnur vóru, sum høvdu útsetingar við á konsertskránni, og tað vóru Unn Patursson (sum eisini sang við í kórinum) og Tróndur Bogason. Unn hevði gjørt eina hugtakandi útseting av lagnum “Hjartasorg” hjá Byrtu (Guðrið Hansdóttir), sum mær dámdi væl. Onkur brot vórðu endurnýtt, og tá saknaði eg kanska variatiónir, men annars var tað ordiliga flott. Tróndur Bogason hevði eina útgávu av “Gullspunnin”, sum hann annars hevur skrivað saman við Eivør Pálsdóttir og Marjun Kjelnæs. Hetta var í tí tunga og myrka endanum, sum Eivør-løg ofta eru, og tað rungaði so flott í oyrunum, tá tær sungu høgar og lágar strofur tvørtur um hvørja aðra í kanon.

Skurr í oyrunum

Eg takkaði Gudi fyri míni oyru, og at tey rigga, sum tey skulu. At hoyra yvirtónar villast og skurra í oyranum av reinum kórsangi í einum rungandi rúmi við ferðandi luft, fer altíð at vera mær ein óvanliga stór gleði, og eg takki Cantabile fyri tað njótilsið. Eg sat uppi á balkongini, so eg veit ikki, um eg upplivdi tað optimala ljóðið – eg sá ikki eingongd allar altirnar, men eg hoyrdi tær, og føldi tær næstan vibrera undir mær, so væl tær ljóðaðu. Og tað er ikki ofta, at eg verði hugtikin av sopranum í kórum, men hesa ferð bleiv eg tað. Kanska tí eg sat beint yvir av teimum, kanska tí tær høvdu ein góðan klang og vóru fullar í góðari og smittandi orku. Fyri ikki at gloyma sopran/altirnar í miðjuni, so haldi eg, at tær gera tað best, tá tær ikki skera burturúr, men heldur eru límið í miðjuni, og tað gjørdu tær eisini framúr gott.

Eg gleði meg til næstu konsertina. Kanska fleiri kvinnur har úti fáa blóð uppá tonnina at gera fleiri kórútsetingar? Tað hevði glett meg at sæð. Koyrið á, Cantabile!


(Myndir: Dania O. Tausen)

Tiltøk

No items found.