Annika Hoydal á Reinsarínum
Har var eitt heilt serligt og fevnandi huglag á Reinsarínum leygarkvøldið. Tað var útselt, og fólk sótu spent og bíðaðu eftir navnframa og prikandi kvinnubrotinum. Hóast tað var kalt úti, so undirstrikaði heita ljósið frá jólapyntinum heimliga dámin á Reinsarínum. Øll vistu nøkulunda, hvat var í væntu. Har var nakað ósagt í rúminum, sum kendist trygt. Tað er helst tí, at Annika hevur staðfest seg sum fólksins rødd í sjey ymiskum áratíggjum. Um tað so hevur verið í Ólavsøkukabarettini, á barnafløgum ella í sangbókini.
Røddin ljóðar sum á plátuni
Konsertin byrjar sera óføroyskt, tí bólkurin fer á pallin til tíðina. Menninir handan ljóðførini eru sterkir: Benjamin Petersen á kassagittar, Kim Hansen handan tangentarnar og Torleik Mortensen á kontrabassinum. Mitt á pallinum situr Annika á einum krakki og smílist. Jaliga útstrálingin hjá bólkinum smittar av. Torleik Mortensen spyr: “er i klar til Annika?”. Ja, tað eru vit.
Tað verður lagt út við lagnum, Lívið dýra undir, ið er eitt lag úr Kili, ið Annika hevur týtt úr sponskum til føroyskt. Lagið er av seinastu útgávuni, Leysir endar. Man føldi, at har vóru nøkur í rúminum, ið høvdu fyrireikað seg til sangir úr sangbókini, og ikki fremmand suðuramerikonsk løg. Men skjótt høvdu áskoðararnir onki annað val enn at sita still og njóta sterku røddina útyvir heimsklassa samanspælið. Hóast hetta er dagurin fyri, at hon fyllir 78 ár, so ljóðar røddin hjá Anniku líka væl sum á plátuni - fyri tað mesta.
Alt tað, sum kitlar, vita vit er ljótt
Aftaná hetta hyggur Annika aftur á, tá hon var 14 ár. Øll syngja við frá fyrsta orði, hóast vit øll vita, at alt tað, sum kitlar, er ljótt. Tað er eyðsæð, at eitt lag sum Fimtan ár, ið hevur ljóma í veitsluhølum tey síðstu fimm áratíggjuni, fer at hava eitt sterkari kensluligt tilknýti til áskoðararnir enn nýggja tilfari. Tó heldur Annika seg mest til tað nýggja hetta leygarkvøldið, og vendir sær sjáldan aftur til tað góða gamla.
Tað kann tó ikki sigast at vera ein trupulleiki, tí løgini standa sterk. Annika er herlig, og suðuramerikanska ljóðmyndin kann okkurt. Sjálvandi eigur man at vænta, at Annika Hoydal fer at siga akkurát tað, sum hon hevur hug til, heldur enn at venda sær til forvæntningarnir hjá øðrum. Tað kann skjalprógvast, at hon hevur gjørt tað síðan sekstiárini; fyrst í Kabarettini og síðani í Harkaliðnum.
Tað er meir enn nostalgi
Annika Hoydal er sjarmerandi. Tá hon fortelur eina søgu, so fylgja áskoðararnir við í hvørjum orði. Hon brýtur frá álvarsamum søgum um kvinnukúgan, átrúna og tjóðskap, við at fáa okkum øll at flenna, tí hon er, stutt sagt, ræðuliga stuttlig. Tó blívur tað aldrin soleiðis, at hon ger gjøldur burturúr trupulleikunum.
Annika hevur okkurt upp á hjartað, og hon berur sín boðskap fram við áhugaverdum søgum um gamlar føroyingar - sum var hon omma okkara. Hon hevur okkum øll í sínum lógva, og aftaná 4-5 løg, skilur man at tað er líkamikið, um løgini eru kend ella minni kend. Vit vilja hoyra, hvat hon sigur næst, bæði millum løgini, men eisini í sangunum.
Tað eru fá oddafólk á føroyska tónleikapallinum, sum bera seg líka væl sum Annika, og tá er ikki at forsmáa hennara royndir sum leiklistafólk. Søgurnar verða ikki bara fortaldar við væl valdum orðum, men eisini hvussu orðini verða søgd. Alt eftir, hvussu hart hon velir at syngja, uppbyggur og niðurbrýtur hon løgini, og ger tey til stórar forteljingar, meðan bólkurin fylgir henni allan vegin.
Hon skilir, hvussu man skapar og varveitur huglagið í einum rúmi. Hon førkar tað tann vegin, júst sum henni passar. Tað er nógv meira enn nostalgi, sum heldur okkum sitandi hesar 75 minuttirnar.
Mínir sen-arar
Har er einki avgjørt heiti á bólkinum hjá Anniku, men hon kallar sínar “fittu sjeikar” fyri sínar Sen-arar (Benjamin PeterSEN, Kim HanSEN, Torleik MortenSEN), og Sen-arnir eru, sum sagt, sterkir tónleikarar hvør sær.
Hendan manningin er eitt slag av superbólki, og tað er ein sannur heiður at uppliva hetta. Tá Sen-arnir syngja kór, ljóðar tað heilt fantastiskt. Tað sama, tá tey øll fara at tvætla og gera fuglaljóð. Tann áðurnevnda jaliga útstrálingin, kann ikki undirstrikast nokk, og Sen-arnir tykjast ernir av at framføra við Anniku. Hon tykist eisini errin av bólki sínum.
Rungar í oyrunum
Aftaná at hava sungið bróðurpartin av Leysir endar, og løg sum Harkaliðið útgávuna av Ólavur Riddararós, har vit blivu bjóðaði at “hoppa upp í”, um vit dugdu eitt ørindi ella tvey, letur í Anniku: “Nú taka vit ein endabrest.” Vit eru komin til síðsta lagið í kvøld. Tað er Í Dans, og eg yvirdrivi ikki, tá eg sigi, at eg fekk ilt í oyrini, tí tað bleiv sungið so hart við.
Hýrurin var góður frá byrjani av framførsluni av, men nú tá vit vóru komin til endan, so var tað blivið garvilt, hóast øll sótu niðri. Ein rørandi løta. Tað bleiv biðið um eykanummar, og tey valdu at spæla melodi grand prix lagið, Aldan. Vit klappa aftur eftir eyka nummari, men tað fáa vit ikki. Annika Hoydal hevur sagt tað, sum hon ynskti, og nú vil hon sleppa av pallinum og práta við fólk.