2. Umfar av Sement
Leygardagin, 20. apríl, var annað undanumfar í tónleikakappingini Sement á Reinsarínum. Umfarið var uppá mangar mátar ymiskt í mun til tað fyrra. Seinasta leygarkvøld vóru bert menn á pallinum, men var nærum helvtin kvinnur hesuferð. Seinasta leygarkvøld var eisini, so at siga, alt tilfarið á føroyskum máli, meðan tað hesaferð var bert ein bólkur sum sang á føroyskum, restin av tilfarinum var á enskum. Bakgrundsskermar vóru komnir á pallin hesuferð, og gjørdi hetta eisini nakað jaligt fyri útsjóndina á pallinum og visuelt fyri framførslurnar hjá bólkunum.
Støðið var hægri hetta undanumfarið í mun til tað fyrra. Hetta speglaðist eisini aftur í, at fýra av teimum fimm bólkunum komu víðari til finaluna hetta kvøldið. Dómsnevndin valdi Ragnar Finsson og Gówa, meðan Ása Helena Brynjarsdóttir og Ester Skála fingu eitt sonevnt Wildcard, soleiðis at vit koma upp á seks bólkar í finaluumfarinum komandi leygarkvøld 27. apríl. Kappast verður um vinningarnar, sum eru studiotíð og møguleiki fyri at spæla á G! ella Spot-festivalinum og so gávukort til tónleikaútgerð frá Simme musikkhús.
Volapück – Eitt sindur ófarligt
Fyrsta navnið á pallinum leygarkvøldið var bólkurin Volapück, sum eisini luttóku í Sement í fjør. Sjangran var eitt slag av rokki við íblástri út 90´unum og 00´unum, sum bygdi nógv á frálíka guitarspælið hjá Benjamin Tausen á Lava. Í mun til hini nøvnini hetta kvøldið, var kenslan her, at talan var meira um ein rættan BÓLK, í mun til hini, har flestu høvdu ein einstakling í front. Bólkurin framførdi trý løg, sum tó ikki rakk til at koma í finaluna. Hóast bólkurin hevur ment sítt útrykk í mun til í fjør, so var kappingin sera hørð hetta kvøldið.
Samanumtikið ein hampulig framførsla, sum tó datt eitt sindur ímillum hetta kvøldið, har tað veruliga skuldi nakað serligt til fyri at skilja seg út. Tað var eitt sindur for ófarligt.
Gówa – Góð!
Anna Sofía Skoradal er navnið handan ”Gówa”. Hon luttók eisini í Sement í fjør og gjørdist tá nummar tvey undir navninum Nimbus Tópus. Gówa spælir eitt slag av neo-soul, og er hetta forkunnugt á føroyska tónleikapallinum, tað eru fáir føroyskir soul sangarar sum Anna Sofía. Umframt frálíka sangin hjá Onnu Sofíu var gott kór frá bæði Elin Mariu á bassinum, Haraldi Fonsdal á trummum og Jákupi Tórgarð á keyboard. Serliga seinasti nevndi hevur eina frálíka rødd, sum rakti feilfrítt hvørja ferð. Hetta gav sangpartinum serliga góðan dynamikk.
Anna Sofía er ein sera karismatisk frontkvinna, og átti hon pallin og rúmið frá fyrsta tóna. Anna Sofía hevur eisini eina serliga góða artikulering av orðunum í sanginum, og hoyrir tú tískil væl orðini, soleiðis at tekstirnir verða lættari at skilja. Framførslan var livandi, tónleikaliga á einum høgum støði, tað var groovy, jassut og funky, dynamiskt varierandi millum lívligt og stilt. Ein náddi ongantíð at keða seg.
Samanumtikið ein frálík og fangandi framførsla, sum kanska var enn betri enn Nimbus Tópus í fjør, sum tá gjørdist nummar tvey. Tað var væl uppiborið, at bólkurin kom víðari.
Ester Skála – Pink pop hugaheimur
Ester hevur luttikið fleiri ferðir í Sement og hevur eftirhondini eisini ment sær sítt heilt egna útrykk og hugaheim. Hetta skein væl ígjøgnum leygarkvøldið, har ljósareyða litspælið á pallinum spældi væl saman við bleyta popptónleikinum. Ester hevur givið tvey frálík poppløg út, Unicorn og Spotligt, sum hava verið væl móttikin og nógv spæld í útvarpinum. Nýskrivaðu løgini, sum vóru framførd leygarkvøldið, tóktust tó ikki at standa eins sterk og undarnu útgivnu. Framleiðslan heldur tunn og vokalurin heldur trilvandi í opna landslagnum í framleiðsluni. Undantikið var kanska teatralska lagið Mellow Cat, sum tóktist at fanga áhoyrararnar.
Ester fekk eitt wildcard til finaluna, eitt wildcard, sum eins væl kundi fallið til Ingmar úr tí fyrra umfarinum eftir mínum tykki. Ester hevur eina rúgvu av potentialið við hennara poppløgum og orginala hugaheimi, men tykjast nýggju løgini til at trongja til eitt sindur av arbeiði.
Ragnar Finsson – so syngjandi í finaluna
Tað er langt síðani, at vit hava sæð Ragnar á palli, har hann sjálvur stendur á odda. Ragnar var einsamallur á palli leygarkvøldið, men vann hann rúmið beinanvegin. Upptraðkanin byrjaði varisliga við einum stillum lagi, bert rødd og guitar. Útrykkið var ein amerikanskt kendur bleytur, fólksligur, country rokkur, sum eisini hevði eitt brá av europeiskum og norðurlendskum fólkatónleiki. Hóast bert Ragnar og guitarin, so gjørdist framførslan ongantíð keðilig.
Eitt Tivoli Audio radio, einkul beats, ein text to speech app, sum las upp ein hugflogsríkan og stuttligan text, og ein upplestur frá Ragnar sjálvur, gav framførðsluni ein dynamikk og samanhangand. Guitarspælið var frítt og leikandi og songurin frálíkan klang. Tekstirnir hugtóku eisini, vóru væl grundaðir í einum hugaheimi, har Ragnar spældi við tonkum um, hvørji vit eru sum menniskju, og hvar vit koma frá. Tað var genialt!
Tey flestu vóru samd um, at Ragnar skuldi víðari í finaluna. ”Umaftur” rópti onkur beint sum framførslan var liðug, og tað var eisini mín kenslan í rúminum. Eg hevði hug at hoyra hetta umaftur, meira! Ragnar tykist at vera á einum góðum stað, sum einstaklingur, undir egnum navni. Vit gleða okkum til finaluna.
Ása Helena Brynjarsdóttir – kensluborið og erligt
Spakmælta Ása Helena Brynjarsdóttir var seinasta navnið á pallinum leygarkvøldið. Hetta er aðru ferð, at Ása luttekur í Sement. Ása var einasta navnið, sum sang á føroyskum hetta kvøldið, og júst tekstirnir vóru stórur partur av útrykkinum og framførsluni hjá Ásu. Teir vóru djarvir,erligir og kenslubornir, og var kenslan, at tú slapp nær at høvundinum. Tað, at ein artistur torir at geva nakað av sær sjálvum, er sterkt og vakurt. Talan var um rokk tónleik, sum leiddi tankarnar yvir í bólkar sum Cranberries og Sinead O´Connor. Ása Helena var, í mínum hugaheimi, trið í røðini hetta kvøldið, og var tað uppiborið, at hon fekk eitt wildcard til finaluna.
Avgerðin
Dómararnir gjørdi skjótt av hesuferð. Hóast eitt sterkari undanumfar í mun til seinasta leygarkvøld, so var lítil ivi í, at tað vóru Gówa og Ragnar Finsson, sum skuldu víðari. Hetta vóru framførslurnar, sum vóru á tí hægsta tónleikaliga og listarliga støðinum. At heili fýra av fimm nøvnum komu víðari hetta kvøldið, skyldaðist, at fyrireikararnir vildu hava 6 bólkar í finaluna og blivu tískil tvey wildcards givin. Hendan avgerðin var kanska heldur truplari, í mun til at finna vinnararnar hetta kvøldið. Avgerðin fall tó á Ásu Helenu Brynjarsdóttir og Ester Skála, har eg sjálvur helst hevði latið annað av hesum til Ingmar úr tí fyrra undanumfarinum.
Seks finalunøvn eru nú funnin, og eru vit mong, sum gleða okkum til komandi leygarkvøld, har vit sleppa at hoyra 6 av bólkunum umaftur, og har frálíkir vinningar skulu latast fleiri teirra.
Myndir: AURA MYNDIR