Várfólk
Ley04Mar17:00VárfólkFeaturedStaðReinsaríið17:00
Um tiltak
Tú veit kanska ikki av tí, men øll dáma fólkatónleik. Og tað er akkurát tað, sum er endamálið við Várfólk: At varpa ljós á fólkatónleik. Nú sleppur tú at uppliva smittandi
Um tiltak
Tú veit kanska ikki av tí, men øll dáma fólkatónleik. Og tað er akkurát tað, sum er endamálið við Várfólk: At varpa ljós á fólkatónleik.
Nú sleppur tú at uppliva smittandi spæligleðina og góða lagið, sum bara fólkatónleikur megnar at fáa fram í fólki. Hvør veit, kanska tú fært ein erligan dans eisini.
Bólkarnir vitna eisini um, at fólkatónleikur er fyri øll. Her eru ung, eldri, konu- og mannfólk, amatørar og tey garvaðu. Og hóast víða spenni, so er felagsnevnarin altíð tann sami: Smittandi spæligleði og gott lag.
So kom oman á Reinsaríið, tak ein vin undir armin og gev tær sjálvum eitt væl uppiborið smíl á varrarnar.
Skráin
Klokkan 17 spæla Hvonn og Ungfólk í Nólsoy
Frá klokkan 19:30 spæla hesir bólkarnir:
– Enekk
– Spælimenninir í Hoydølum
– Shamrock
– Spælimenninir í Nólsoy
– Flytifólk
– Sharon’s men
Nær
(Leygardag) 17:00