Sig okkurt skek

Framførslan "Sig okkurt skek" fekk sera góða umrøðu, tá hon varð spæld í Havn í februar.

Tú seta vit á Reinsarínum nú tríggjar eykasýningar afturat til sølu - 21. og 22. apríl.  

Sýningin er fyri vaksin.

-

Sagt á FB um “Sig okkurt skek”:

”Havi ikki flent so nógv fyrr”

"Je gret".

”Havi ikki flent so nógv og so leingi í fleiri ár”

”Eitt mega stuttligt kvøld”

”So Skide Skeg”

"Je gret".

”Bara for skek”

”Mátti taka brillurnar av, so eg kundi turka tárini”

”Klassi”.

”At flenna og nærum fáa ilt í búkin er gott!! Sjúrður dugir sanniliga at siga okkurt skeg!”

"Stendur einki aftanfyri tær bestu framførslurnar uttanlands".

”Sig okkurt skek er ferðin hjá Sjúrði frá unglinga til manns og tær sannkenningar hann er komin til á vegnum. (…) Innlitið í sína egnu støðu fortelur ikki bara søguna um Sjúrð, men um sjálva lívsins treyt - fyri at brúka orðini hjá einum kendum manni. (…) Komedian varðir í hálvanannan tíma, men tað virkaði meiri sum ein hálvur tími. Eg var slett ikki liðugur at lurta og verða undirhildin, tá tjaldið fór niður.

Onkra løtu takkaði eg fyri at omma ikki var millum áskoðararnar, tí tað pínliga var so pínligt at eg havi ikki hoyrt sovorið. Men tað er innlit og álvara, sum verður pakkað inn í skemt. Pínligheitskomedian verður í "Sig okkurt skek" tikin til next level, har onki er for groft ella for fúlt. Tað eleganta er, at perspektivið í framførsluni er eitt boð hjá Sjúrði uppá at forklára lívið fyri sær sjálvum og fyri okkum sum áskoðarum.”

Sig okkurt skek

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Sunday
21
/
04
kl.
20:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Sig okkurt skek

Nær
Sunday
21
/
04
-
2024
kl.
20:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk