Mei, 2021

Ley01Mei21:00FeaturedSement - Finalan21:00

Um tiltak

Vit hava góð tíðindi til tykkum! Heili 18 bólkar hava meldað seg til Sement 2021, og tað er onki minni enn fantastiskt. Tí hetta merkir, at vit fara at hoyra eina rúgvu nýggjum tónleiki, sum hesir bólkarnir sjálvir hava skrivað

Vit kunnu eisini avdúka, at tónleikurin á Sement 2021 verður deiliga fjølbroyttur. Í ár verður tað alt frá hip hop og metal til singer songwriter og rnb. Og vit fara eisini at uppliva royndar bólkar, óroyndar bólkar og ymiskar aldursbólkar. Og tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá vit siga, at Sement er ein forsmakkur upp á framtíðina hjá føroyskum tónleikalívi.

Dómarar og vertir
Í ár verða tríggir dómarar, og teir eru Per I. Højgaard, Ári Rouch og Rannvá Helenudóttir. Trý fólk, sum hava drúgvar royndir innan tónleik og hava fingurin á pulsinum. Og verturin í ár er maðurin handan fleiri av størstu hittunum í Føroyum: Terji Rasmussen. Ein harri, sum er ein entertainari av rang, sum eisini hevur nøkur heilt serlig evnir til at fáa fólk at kenna seg væl.

Vinningar
Í ár eru vinningarnir eyka tiltalandi, tí bólkarnir fáa heili fýra møguleikar at vinna studiotíð. Og her tosa vit um Kris-Stuff Studio saman við einari stórari kanón: Kristoffur Mørkøre. Ein maður, sum dugir alt frá at at spæla instrumentir og framleiða til at miksa og mastera. Og so er  tað somikið snilt í ár, at nummar 1,2 og 3 vinna studiotíð umframt, at Reinsaríið eisini velur ein bólk. Umframt hetta, so verða umboð fyri G! Festivalin og Summarfestivalin á staðnum, har tey hava møguleika at velja bólkar at spæla á teirra festivali.

Nær

(Leygardag) 21:00

Atgongumerki

Prísur 150,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +