Sement 2. umfar
Sement 2024 verður ein tónleikabuffét, har ongin fer svangur avstað.
Alt týðir uppá, at føroyskt tónleikalív blomstrar. Og vit eru ótrúliga fegin um, at heili 10 spennandi bólkar luttaka í ár.
Vit kunnu longu nú avdúka, at tónleikurin í ár verður deiliga fjølbroyttur. Vit hava alt frá hip hop og rokk til elektroniskan tónleik og singer songwriter. Luttakararnir eru bæði royndir og óroyndir. Eldri og yngri. Akkurát sum tað skal vera.
Vit eru spent sum lítlar hønur og gleða okkum ekstremt nógv til nýggjan føroyskan tónleik.
Bólkarnir, sum spæla 2. umfar eru:
- Ester Skála
- Volapuck
- Ragnar Finsson
- gówa
- Ása Brynjardóttir