Roadmap to France

Kl. 19 hósdagin 25.Apríl verður ein Masterclass við Justine Debicki, sum fer at greiða frá franskatónleikamarknaðinum. Hon fer at seta orð á, hvussu hesin hongur saman, og hvussu føroyskir tónleikarar kunnu sláa ígjøgnum í Fraklandi. Justine svararfegin spurningum og er fús at kjakast um hvat og hvussu. Fyrilesturin er ókeypis og øll eru vælkomin.

 

Justine Debicki – Samstovnari av Boogie Drugstore (Frakland)

 

Justine Debicki hevur samstovnað Boogie Drugstore, ein sjálvstøðu PR-, samskiftis- og tónleikaverkætlanarstova, sum hevur høvuðssæti í París. Eftir at hava lisið Intellectual Property og Cultural Management byrjaði hon at gera um seg í 2006 og stovnaði sítt egnafelag í 2012. Boogie Drugstore er nógv meira enn ein PR-stova og brennur fyri tí sjálvstøðuga, eksperimentala og elektroniska. Boogie Drugstore gongur høgt uppí arbeiða at byggja brýr millum lond, tónleikavinnur og tónleikarar.

Boogie Drugstore er vorðin ein sannur evropeiskur pallur, sum stoltur veitur øllum tónleikarum og stovnum ein tryggan makkara. Millum annað arbeiður Boogie Drugstore saman við Universal (YardAct, King Gizzard and The Lizard Wizard…), ANTI- (MJ Lenderman, Sparklehorse, The Drums, Andy Shauf…), Grönland Record (NEU!, Holger Czukay, Nina Hagen…),Label Transversales (Jonathan Fitoussi, Model Alpha, Maurice Lecoeur…),Partisan Records (Beth Orton, Bombino, Skinny Pelembe...), Warp Records (AphexTwin, Yves Tumor, Mount Kimbie, Kelela, Squid…), Festival Eurosonic Noorderslag (Netherlands) Les Femmes s’en mêlent (Paris), BIME Festival (Bilbao), Pete The Monkey (France),SMMMILE Festival (Vegan Pop Festival in Paris), DICE, Dr Martens, Dutch Music Export, Wallonie Bruxelles Music, Italia Music Export, Kultur LX, MXD, FMX…

GG: Tiltakið er á enskum.

Roadmap to France

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Thursday
25
/
04
kl.
19:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Roadmap to France

Nær
Thursday
25
/
04
-
2024
kl.
19:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk