Pisudagar

Summar. Sól. Vinir. Feria. Ólavsøka. Og so av landinum at lesa.

Men áðrenn tú fert, so kom við til Pisudagin 1. august kl. 18:00, har tú fært kunning um stuðulsmøguleikar, bústað, fíggjarviðurskifti, og góð ráð um at flyta og at vera lesandi.

Á hvørjum ári fara hundraðtals føroyingar undir víðari lesnað uttanlands. Hetta er ein sera spennandi tíð, sum krevur nógva fyrireiking, og sum eisini hevur nógvar spurningar við sær.

Tí skipa MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta) og Betri Banki fyri Pisudegnum á hvørjum ári.

Tiltakið er ætlað tær, sum fer undir víðari lestur uttanlands. Endamálið er at geva tær høvi at seta spurningar, fáa góð ráð og tosa við onnur, sum eru í somu støðu sum tú, soleiðis at tú kemur so væl frá byrjan sum gjørligt.

Á Pisudegnum vera, umframt MFS og Betri Banki, Ráðgevinging fyri Føroyingar í Danmark og Vegleiðingarstovan til staðar.

Tiltakið er ókeypis, men tað skal meldast til á www.betri.fo/pisudagar

Pisudagar

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Thursday
01
/
08
kl.
18:00
Hvar
Reinsaríið og Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Pisudagar

Nær
Thursday
01
/
08
-
2024
kl.
18:00
Hvar
Reinsaríið og Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk