Open Mic/Open Stage við Tóru Trónd

Tað eru Anna og Arnold, ið eru vælupplagdu vertirnir, og tey gleða seg til at bjóða øllum við einum innara artisti ein pall at deila síni evnir við okkum. Ein serstakur gestur er altíð, ið leggur fyri við eini stuttari konsert. Hesa ferð er Tóra Trónd serstakur gestur.

18 ára gamla Tóra er fødd og uppvaksin í Keypmannahavn, og í løtuni fordjúpar hon seg í sangskriving á musikkskúla miðnam í Føroyum. Og hóast sín unga aldur, so er hon longu væl ávegis í tónleikinum. Hennara ferð byrjaði við einum djúpum kærleika fyri at skriva tónleik, sum síðani hevur útviklað seg til fleiri imponerandi avrik: Frá at komponera ein sangleik til at syngja í kórum og big band, umframt at luttaka í íverksetaratiltakinum “She Can Play”.  

2022 var árið, tá Tóra útgav sítt fyrsta stak lag og slóg sítt navn fast í Føroyum. Lagið fangaði føroyingar og var nógv spælt í Føroyum. Ja, lagið var somikið væl móttikið, at tað var tilnevnt ársins lag sama árið.

Tað, sum eyðkennir tónleikin hjá Tóru er, at hann er kensluborin, melodiskur og hevur tekstir, sum eru ein samanrenning millum tað poetiska og tað erliga. Við øðrum orðum, so er Tóra ein spennandi sangskrivari, sum øll eiga at halda eyga við, tí hon hevur risa potentiali.

Open Mic/Open Stage er ætlað eitt nú sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum, ið ynskja at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ein kreativur verkstaður har høvi er at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.

Innskrivan er frá kl. 19.30 og kl. 20.00 fer Tóra Trónd á pall.

Stuðlað tiltakinum hevur Mentamálaráðið.

Open Mic/Open Stage við Tóru Trónd

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
25
/
09
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Open Mic/Open Stage við Tóru Trónd

Nær
Wednesday
25
/
09
-
2024
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk