Norðurmótið 2025

Á triðja sinni skipar Norrøna felagið fyri Norðurmótinum, sum verður 6. januar 2025. Norðurmótið er tiltakið, har felagsins limir og øll tey, sum arbeiða við og hava áhuga í norðurlendskum samstarvið  verða kunnað um tað, sum gongur fyri seg í Norðurlandsráðnum, Ráðharraráðnum, Ungdómsins norðurlandaráð og eisini í Útnorðurráðnum.

Tað verða lyklapersónar, sum hava sentralan leiklut í norðurlendska arbeiðnum, sum koma at greiða frá  tí, sum er komið burturúr í 2024 og tí, sum kan væntast av 2025. Millum onnur Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandsráðnum, Bjarni K. Petersen, samstarvsráðharri, Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri og fleiri.

Í sambandi við at Helsingforssáttmálin verður endurskoðað, verður skipað fyri einari samrøðu millum Høgna Hoydal, uttanríkisráðharra og Rógva Olavson samfelagsfrøðing um hvørja framtíð norðurlendska samstarvið mest sannlíkt fær og hvat hetta merkir fyri Føroyar.

Skrá  

15:00 - Vælkomin:
Torbjörn Nyström, formaður fyri Norrøna Felagið

15:10 - Samstarvið í Norðurlandaráðnum:
Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum
Jóhan Dahl, limur í Norðurlandaráðnum
Erling Eidisgaard, limur í Norðurlandaráðnum

16:00 - Samstarvið í Ungdómsins Norðurlandaráð:
Jóhannis Erlendsson, limir í UNR præsidium

16:15 - Samstarvið í Útnorðurráðnum:
Henrik Old, limur í føroysku sendinevndini

16:30 - Samrøða um framtíðina hjá norðurlendska samstarvinum:
Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri
Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur

17:00 - Samstarvið í Norðurlendska Ráðharraráðnum:
Bjarni Kárason Petersen, samstarvsráðharri
Gunvør Balle, limur í nordisk samarbejdskomité (NSK)

17:30 - Nýtt fra sektorunum

Nicolai Mohr Balle, Talgildu Føroyar: «Identity matching»

Tróndur Leivsson, Nordisk Genbank

Annika Sølvará, Nordforsk

Jørgen Meitilberg, Málkunngerðin 2024

Halla Nolsøe Poulsen, Nýtt og gott frá NORA

Sjúrður Hammer, Nýtt frá umhvørvissamstarvinum

Ásmundur Guðjónsson, Norrøna felagið í 2025


Norrøna felagið bjóðar okkurt leskandi og snacks.

Norðurmótið 2025

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Monday
06
/
01
kl.
15:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Norðurmótið 2025

Nær
Monday
06
/
01
-
2025
kl.
15:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk