
Ninna og Anna í Smiðjuni í Lítluvík.
Fríggjadagin 28. mars kl. 16 bjóða Ninna og Anna til pop up søluframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Ein felagsnevnari er hugurin at lýsa samtíð í endurnýtslu (upcycling) í litum og formi.
Hvør lutur á framsýningini hevur uppruna úr øðrum samanhangi – søgan, sum styttir fjarstøðuna millum gamalt og nýtt!
Ninna málar intuitivt við sterkum litum á palettuni. Úttrykkið varierar frá naivismu til kubismu, frá tí abstrakta til tað figurativa.
Anna seymar úr bleytum tilfari (velour, floyal, skinn, hør) við stringentum prýði. Ein serligur tokki til 70´ini hómast í liti, teksturi og stíli.
Ninna Brigitta Steinø og Anna Paulina Mortensen búgva báðar á Tvøroyri. Ninna rekur egna gartnarafyritøku, JÖRÐ, meðan Anna rekur Café MorMor og tekstilvirksemið [brikolasj].
Ninna hevur áður haft tvær málningaframsýningar í Havn, á Gallarí Jinx í 2008 og á Hotel Hafnia í 2009 . Anna hevur, seinastu árini, selt sínar pútur, niðurdeilar o.a. í caféini.
Opið er soleiðis:
Fríggjadag kl. 16-20 (vit bjóða okkurt gott og leskiligt).
Leygardag og sunnudag kl. 14-19
Verið vælkomin!