Kamilla Ravnsfjall í Smiðjuni í Lítluvík

Kom og uppliv eina fjølbroytta og spennandi framsýning í hugnaligu Smiðjuni í Lítluvík frá 20. til 25. mars!

Myndlistakvinnan Kamilla Ravnsfjall bjóðar okkum inn í sítt kreativa univers við tekningum, málningum og myndavevingum. Kamilla hevur altíð havt stóran tokka til at tekna, og hesaferð vísir hon fram eina serliga samling av verkum og hugskotsskitsum, sum hon hevur skapað frá 2008 til í dag.

Við á framsýningini eru eisini nakrar serstakar myndir, sum mamma og omma Kamillu, Maja Sørensen og Kamilla Sørensen, hava gjørt – eitt spennandi ættarliðasamstarv!

Ferniseringin verður hósdagin 20. mars kl. 17:00, har tú eisini kanst njóta vakrar tónum frá eini floytu-trio við Kamillu Ravnsfjall, Elsu Mariu Dam og Katju Volovelskaja.

Vit bjóða sjálvandi eisini okkurt lekkurt søtt og leskiligt at drekka.

Set kross í kalendaran, tak vinfólk ella familju undir armin, og kom við til eina hugnaliga og inspirerandi løtu í Smiðjuni!

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Opið verður
fríggjadag 15:00-18:00
Leygardag 12:00-17:00.
Sunnudag 14:00-17:00.
Mánadag og týsdag 15:00-18:00

Kamilla Ravnsfjall í Smiðjuni í Lítluvík

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Thursday
20
/
03
kl.
17:00
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis
kr.

Kamilla Ravnsfjall í Smiðjuni í Lítluvík

Nær
Thursday
20
/
03
-
2025
kl.
17:00
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk