Hvat skal henda við okkara kloakkum og áum?

Kloakkir og áir eru eitt heitt evni fyri tíðina og nógv hava eina meining um virðið, sum liggur í at varðveita býarnáttúru og sleppa undan lukti, óhumsku, dálkaðum áum og skitnari fjøru.

Men veruleikin er, at fyri at kunna úttala seg skilagott um hetta evnið, er neyðugt við vitan. Tí verður skipað fyri almennum fundi, har farið verður eitt sindur longri inn í evnið - og síðani lagt verður upp til orðaskifti. Í tiltakinum fer lívfrøðingur at greiða frá um áirnar og um lívfrøðiliga ávirkanina frá kloakkunum. Eisini fer verkfrøðingur fer at greiða frá um kloakkirnar og hvat kann gerast fyri at betra um tær, so at vit frameftir fáa betri skil á teimum.

Eftir framløgurnar verður orðaskifti í paneli og allir flokkar ella listar, sum stilla upp til býráðsvalið, fáa í boði at hava eitt umboð í panelið. Harumframt verður eisini møguleiki hjá áhoyrarum at fáa orðið.

Fyrireikari og stigtakari til tiltakið er Jón Kragesteen, vegna Tjóðveldi

Hvat skal henda við okkara kloakkum og áum?

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
16
/
10
kl.
19:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Hvat skal henda við okkara kloakkum og áum?

Nær
Wednesday
16
/
10
-
2024
kl.
19:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk