
Heilin, ADHD og læring
Hvat ger um seg í ADHD-heilanum, og hvussu ávirkar hetta kognitión og læring?
Nakrar ferðir um árið bjóða vit ymsum granskarum, fakfólki & øðrum lyklapersónum at fara í djúpdina innan evnir, ið eru við til at hjálpa børnum við ADHD/ADD. Málbólkurin eru øll, ið hava áhuga ella arbeiða við fólkum við ADHD/ADD.
Við hesum, framleiða vit nýggja vitan grundað á granskingina og fakliga vitan um ADHD á føroyskum og við støði í føroyskum viðurskiftum, til stórt gagn fyri børn, ung og avvarandi.
Framløgurnar verða stroymdar og goymdar í okkara vitanarsavni.