
Gentuvesið LIVE - við Sissal, Rólant og Mike
So eru okkara nógv saknaðu darlings á Gentuvesinum endiliga aftur. Og hesaferð kann tú verða partur av ballinum!
Vit fara at viðgera tvístøður, píniligar støður, meiningar beint frá livrini og alt tað, vit hugsa, men sum ongin torir at siga hart.
Mike Viderø, Sissal úr Eurovision og Rólant Waag Dam verða samvertir. Mike er tann, sum fær øll í gott lag uttan at vita hví. Hann ger spennandi observatiónir og fær øll við sær. Sissal er definitiónin uppá eina orkubumbu, og við hennara persónligheit kann mann ikki annað enn elska hana. Har er onki filtur og fult av góðum humor og eini erligheit, sum mann skal leita leingi eftir. Rólant er tann dámligi verturin, sum eisini var lærumeistarin hjá vertunum í Gentuvesinum, men hesaferð er tað Rólant sum skal tilpassa seg vertirnir og ikki umvent.
Hetta er ófiltrerað, erligt og ræðuliga stuttligt. Gerandisstøður, sum vit øll kenna aftur, men væl kryddaðar við teimum festligu, frísku og skeivu vinklunum hjá vertum og samvertum, sum gera Gentuvesið til eitt genialt konsept.
Hesaferð hevur tú ein gyltan møguleika at verða ein partur av Gentuvesinum.
Kom og uppliv eitt kvøld, har vit flenna, nikka, rodna og síggja okkara egna lív uppá ein máta, sum bara Gentuvesið dugir seta orð á.
.png)
.png)
