Framløga um ungdómin í Ríkisfelagsskapinum

Hvussu væl kennir tú ungdómin í Danmark og Grønlandi? Hvat veit ungdómur í Danmark og Grønlandi um okkum? Og kundi tú hugsa tær at vita meira um ungdómin í Ríkisfelagsskapinum?

Hetta eru spurningar, ið verða settir hóskvøldi tann 3. oktober kl. 20:00 í Perluni, har MFS og Dansk Ungdoms Fællesråd (DUF) hava eina framløgu. DUF er í holt við at skriva eina rapport um vitanina, kunnleikan og sjónarmiðið, sum ungdómurin í ríkinum hevur mótvegis hvørjum øðrum og Ríkisfelagsskapinum. Í hesum sambandi hevur MFS í vár sent spurnarbløð út til ungdómin í Føroyum og fingið svar uppá teirra vitan og hugsan um ungdómin í Ríkisfelagsskapinum.

Skráin:

  • Annika Jespersdóttir Petersen leggur høvuðsniðurstøðurnar í rapportini fram
  • Dania O. Tausen kemur at spæla 2-3 løg
  • Rólant Waag Dam verður orðstýrari til tiltakið
  • Luttakarar í pallborðskjakinum verða limir úr Sosialistisk Ung, Unga Tjóðveldi og Framsøkin Ung (samlað eru tríggir luttakarar)

Í framløguni fara vit í stuttum at leggja rapportina hjá DUF fram, harumframt teirra niðurstøðu um kunnleikan, vitanina og áhugan hjá ungdómin í ríkinum mótvegis hvørjum øðrum og Ríkisfelagsskapinum. Síðani verður skipað fyri einum pallborðskjaki, har vit varpa ljós á niðurstøðuna hjá DUF og aðrir viðkomandi spurningar.

Tiltakið er alment og øll eru hjartaliga vælkomin

Framløga um ungdómin í Ríkisfelagsskapinum

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Thursday
03
/
10
kl.
20:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Framløga um ungdómin í Ríkisfelagsskapinum

Nær
Thursday
03
/
10
-
2024
kl.
20:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk