Almennur eftirmetingarfundur av FMA

9.mars vóru tónleikavirðislønir handaðar til ársins FMA í Norðurlandahúsinum!

Samskipararav tiltaki og sending vóru Tónleikasamband Føroya, Kringvarp Føroya og Norðurlandahús Føroya. Nú ert tú boðin til almenna eftirmetingarfundin í Reinsarínum, tann 9.apríl kl.16.30, har tað verður møguligt at koma viðkonstruktivum kritikki (ella rós) til fyriskipararnar av tiltakinum.

Skráin er einføld. FMA arbeiðsnevndin fer at greiða frá, hvussu tiltakið og sendingin eydnaðist, hvat gekk væl og hvat tey ynskja at broyta til næsta FMA. Síðani verður møguligt hjá áhoyrarum at fáa orðið. Tó er avmarkað tíð sett av til tess og fyri at náa so nógvar spurningar/viðmerkingar sum møguligt, taka vit ímóti teldupostum á marianna@musikk.fo, har tú kanst biða um orðið áðrenn fundin og harvið vera fyrst í røðini. Soleiðis tryggjar tú tær, at títt punkt/viðmerkingverður tikin upp á fundinum. Er tíð til fleiri viðmerkingar eftir tað, verður orðið givið víðari. Verður ikki tíð til tað, kunnu øll senda sína viðmerking til marianna@musikk.fo, síðani verður tað lisið og viðgjørt av næstu FMAarbeiðsnevnd.

Vit gleða okkum at síggja teg og vóna eitt gott og konstruktivt kjak um, hvussu vit saman kunnu gera FMA enn betri fyri hvørt ár!

Almennur eftirmetingarfundur av FMA

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Tuesday
09
/
04
kl.
16:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Almennur eftirmetingarfundur av FMA

Nær
Tuesday
09
/
04
-
2024
kl.
16:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk