
Marjun Wolles & ASA
Marjun Wolles, sum er kend fyri jólasangirnar, “Hátt undir himmalsins stjørnum”, “Djúpt í mínum minni”, “kvirra um fjøll og fløtur” og fløguna Stjørnuløtur, kærleikin gloymir ei, kemur at framføra ein bunti av sangum, sum hon sjálv hevur skrivað.
Sangirnir eru djúpt merktir av lívinum hjá Marjuni, og íblásturin kemur bæði frá bæði jazz og gospel. Tekstirnir bera boð um ferðalagið í hennara lívi og fortelja eina søgu um tað, hon hevur upplivað.
Hesir sangir taka okkum við á eina rørandi ferð, sum speglar bæði kærleika, sorg og gleði. Marjun Wolles er útlærd sum musikklærari frá Listaháskóla Íslands. Bjartur Leo Niclasson hevur spælt guitar síðani hann var smádrongur og er ein av landsins bestu guitarspælarum.
Arnold Ludvig, sum telist millum bestu bassleikarar í landinum, fer at framføra saman við Bjartur og Marjun. Arnold hevur spælt saman við Marjun sum serligur gestur á Open mic og hevur fleiri ferðir havt gleðina av at spæla saman við Bjarti Leo á Open pallinum.
Vit kenna Ásu Helenu Brynjarsdóttir aftur frá 2024 Sement kappingini. Har tryggjaði hon sær triðja plássið og eitt pláss á viðurkenda SPOT festivalinum í Aarhus, Danmark.
Kensluborðin, innilig, húðarleys og botn erlig. Hetta eru orðini sum best lýsa føroysk-íslendsku Ásu Helenu Brynjarsdóttir. Við sínum intimu tekstum og sveimandi vokali, tekur hon teg við inn í sín hugaheim.
Ronja Rasmussen kemur at framføra saman við ASA á sangi. Hon hevur framført saman við ASA og Gudny Rasmussen á Summarfestivalurin og Open mic.
Stuðlað tiltakinum hevur Økistónar