Døgg Nónsgjógv í Múllers Pakkhúsi
Døgg spældi eitt vakurt lag fyri okkum í mars í 2023. Eitt lag, sum øll skulu sleppa at uppliva. Tórsgøta fyriskipaði framførsluna sum ein part av spæl føroyskt vikuni. Vit høvdu eitt brennandi ynski um at dokumentera allar konsertirnar, sum stóðu fyri hesa vikuna. Og tað eydnaðist í samstarvi við eldsálirnar Ragnar og Kevin frá Recording Europe, sum bæði filmaði, klipti, tók ljóðið upp og ljóðblandaði.