skip to Main Content
+298 286671 torsgota@torshavn.fo
  • Facebook
  • Instagram
  • Youtube
Tórsgøta
  • Tiltøk
  • Høli
    • Reinsaríið
    • Aulan Finsen
    • Perlan
    • Perlutúnið
    • Listahøllin
      • Um Listahøllina
      • Søk um bás
      • Reglugerð – Listahøllin
    • Garasjan
  • Leiga høli
    • Garasjan
    • Reinsaríið
    • Perlan
    • Aulan í Finsen
    • Listahøllin
    • Perlutúnið
    • Listaframsýningar
  • Um Tórsgøtu
    • Samband
    • Reglugerð
    • Útgerð
    • Myndir
    • Keypstreytir
    • Privatlívspolitikkur
  • Sement 2021
  • Stroyming
  • Cart0
  • Cart
  • Search
Kurv

Útgerð

Deil
  • Deil

Leiga okkara høli

Til ber at leiga øll hølini, sum vit umsita her í Tórsgøtu.

Leiga høli

Tiltøk

Inniverandi mánaði

Februar

Danny og Ingi á Reinsarínum

Frí26Feb21:00FeaturedDanny og Ingi á Reinsarínum21:00

Um tiltak

Danny & The Ingi Poulsens Um tað er nakar, sum er føroyskur ambassadør fyri feitum og fangandi pop hittum, so eru tað stór sjarmørarnir Danny og Ingi. Teir hava marinerað Føroyar

Um tiltak

Danny & The Ingi Poulsens

Um tað er nakar, sum er føroyskur ambassadør fyri feitum og fangandi pop hittum, so eru tað stór sjarmørarnir Danny og Ingi. Teir hava marinerað Føroyar í hittum í áravís, og saman eru teir helst størsta hitmaskinan í Føroyum. So um tú hevur hug at fara út og hugna tær við vinfólki og góðum stemningi, har tú kann syngja við til øll løgini, so er hetta akkurát nakað fyri teg.

Danny við Alright

Ingi við kostbar

Nær

(Fríggjardag) 21:00

Atgongumerki

Prísur 200,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +

You can not buy more than available tickets, please try again!

Er lagt í kurv! Sí kurv | Til kassan

KalendariGoogle kalendari

Klingra Trio + Djari

Sun28Feb20:00FeaturedKlingra Trio + DjariVetrarjazz 202120:00

Um tiltak

Vetrarjazz 2021 Klingra Trio + Djari Leygarkvøldið 27. februar kl. 20

Um tiltak

Vetrarjazz 2021

Klingra Trio + Djari

Leygarkvøldið 27. februar kl. 20 verður konsert við Klingra Trio og Djari á Reinsarínum.

Klingra

Klingra er ein nýggjur tónleikabólkur mannaður við tónleikarum úr Danmark, Finnlandi, Norra, Letlandi og Føroyum. Talan er tó um ein nýggjan bólk við kendum andlitum. Tónleikurin sveimar á markinum millum klassiskan og rútmiskan tónleik, og tey hava valt at kalla genruna “indie klassiskt”. Bólkurin Klingra sprettur úr norðurlendska prísvinnandi bólkinum Afenginn, sum fyri stuttum útgav fløguna Klingra.

Tá Afenginn fóru í holt við at gera hesa seinastu fløguna, valdu tey at samstarva við fleiri føroyskar tónleikarar. Úrslitið av hesum gjørdist í fyrstu syftu fløgan Klingra og í aðru syftu bólkurin Klingra. Samstarvið millum Afenginn og føroyingarnar skuldi vísa seg at verða so væleyðnað, at tey valdu at stovna bólkin Klingra. 

Tónleikurin er sera væl móttikin í fleiri londum og hevur verið framførdur í Australia, Russlandi, Europa og USA. Klingra vann 2 FMA virðislønir, bæði fyri bestu fløgu og besta tekst. Nú er bólkurin so klárur við nýggjum tilfarið, sum Klingra at framføra sum trio á Reinsarínum.

Klingra trio er:
Kim Rafael Nyberg: Keyboards og mandolin.
Dánjal á Neystabø: Tangentar og sangur
Heðin Ziska Davidsen: Elektronikk og Guitar 

 

Djari

Djari er føroyskur jazzbólkur, sum var stovnaður í novembur 2019. Tað vóru Ari Johannesen og Djóna Nolsøe Fischer sum stovnaðu bólkin, tá teir setti sær fyri at gera instrumentalan tónleik, sum skuldi siga frá søgum og skapa ljóðmyndir rundan um kenslur og hugløg. Tónleikurin avbjóðar ymiskar spælistílar og hvørt lag ger m.a. nýtslu av skeivum taktsløgum, leikandi melodilinjum og skiftandi hugløgum. Umframt at hava spælt á Reinsarínum, Mikkeller, Sirkus, Blábar og Tøting, luttók Djari eisini í Sement 2020, har ið bólkurin vann annað pláss í kappingini.
 
Í Djari spæla:
Djóni Nolsøe Fischer: Bass
Ari Johannesen: Gittar
Katrina Olsen: Saksofon
Vinjar Egilsnes Petersen: Ljómborð
Jóhan Petersen: Slagverk
Harald Fonsdal Johannesen: Trummur

Nær

(Sunnudag) 20:00

Atgongumerki

Prísur 100,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +

You can not buy more than available tickets, please try again!

Er lagt í kurv! Sí kurv | Til kassan

KalendariGoogle kalendari

Mars

Crowberry Band og Flytifólk

Frí05Mar20:00FeaturedCrowberry Band og Flytifólk20:00

Um tiltak

Frískur og festligur tónleikur á Reinsaríinum 5. mars fer Crowberry Band at mýkja tær oyruni við frískum fólkatónleiki. Tað er multikunstnarin Janus á Húsagarði, sum er heilin handan The Crowberry Band.

Um tiltak

Frískur og festligur tónleikur á Reinsaríinum

5. mars fer Crowberry Band at mýkja tær oyruni við frískum fólkatónleiki. Tað er multikunstnarin Janus á Húsagarði, sum er heilin handan The Crowberry Band. Við sínum fríska og sjarmerandi tónleiki, so hevur Crowberry Band longu havt fleiri útvarpshit frá útgávuni “Good luck to you all”.

Við løgum sum “good luck” og Mimir lagnum “pub on the corner”, so er lagt upp til eina super hugnaliga konsert. Og so hevur ein lítil fuglur teskað okkum í oyrað, at Janus hevur nøkur nýggj løg í stoypiskeiðini, sum hann møguliga fer at deila við okkum.

Hoyr Pub on the corner

Flytifólk
Allur heimurin kemur til Føroya, tá Flytifólk trína á pall. Tí umframt at limirnir allir í bólkinum eru flutt til Føroya, so spæla tey eisini tónleik úr øllum heiminum. Tey spæla bæði klezmer-, balkan- og romatónleik og alt møguligt annað úr víðu verð. Umframt siðbundnu løgini, spæla Flytifólk eisini egin løg, sum spenna frá veitslutónleiki til rólig og atmosferisk ljóð.

Tey, ið manna bólkin, eru Daniel Rye á klarinet, Anna Hüdepohl á harmoniku, Toleik Mortensen á bass og James Goodwin á slagverki.

Nær

(Fríggjardag) 20:00

Atgongumerki

Prísur 100,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +

You can not buy more than available tickets, please try again!

Er lagt í kurv! Sí kurv | Til kassan

KalendariGoogle kalendari

Outlaw country og americana

Ley13Mar19:30Outlaw country og americanaEykakonsert19:30

Um tiltak

Kovboyhattar, leðurvestar og klassa tónleikur Tað er nú, at tú skalt finna tær kovboyhattin, leðurvestin og stylvarnir fram, tí tann 13. mars verður tað country og americana fyri allar pengarnar Vit hava

Um tiltak

Kovboyhattar, leðurvestar og klassa tónleikur

Tað er nú, at tú skalt finna tær kovboyhattin, leðurvestin og stylvarnir fram, tí tann 13. mars verður tað country og americana fyri allar pengarnar

Vit hava savnað teir bestu sjeriffarnir í Føroyum til at spæla fyri tykkum. Og her tosa vit um Hallur Joensen, Samal Ravnsfjall, Son of Fortune og Daniu O. Tausen. Tey fara at spæla alt frá country klassikarum til støvuttar balladur og banditta sangir úr amerikonsku songbókini. Og sum rosinan í revolvarinum, so fara tey eisini at spæla egin løg, sum eru inspireraði av ektaðum country.

Men ein kovboy er onki uttan sín hest, og country er onki uttan góðar tónleikarar. Og tí verður tað tann føroyska elitan, sum fer at spæla undir hjá teimum dugnaligu sangarunum. Tey, sum manna húsorkestrið eru:

Benjamin Petersen, guitar og sang
Mikael Blak, bass
Mattias Kapnas, klaver
Høgni Lisberg, ásláttur og sang
Jákup Zakariasen, alt sum hevur streingir

Nær

(Leygardag) 19:30

Atgongumerki

Prísur 250,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +

You can not buy more than available tickets, please try again!

Er lagt í kurv! Sí kurv | Til kassan

KalendariGoogle kalendari

Outlaw country og americana

Ley13Mar22:00FeaturedOutlaw country og americana22:00

Um tiltak

Kovboyhattar, leðurvestar og klassa tónleikur Tað er nú, at tú skalt finna tær kovboyhattin, leðurvestin og stylvarnir fram, tí tann 13. mars verður tað country og americana fyri allar pengarnar Vit hava

Um tiltak

Kovboyhattar, leðurvestar og klassa tónleikur

Tað er nú, at tú skalt finna tær kovboyhattin, leðurvestin og stylvarnir fram, tí tann 13. mars verður tað country og americana fyri allar pengarnar

Vit hava savnað teir bestu sjeriffarnir í Føroyum til at spæla fyri tykkum. Og her tosa vit um Hallur Joensen, Samal Ravnsfjall, Son of Fortune og Daniu O. Tausen. Tey fara at spæla alt frá country klassikarum til støvuttar balladur og banditta sangir úr amerikonsku songbókini. Og sum rosinan í revolvarinum, so fara tey eisini at spæla egin løg, sum eru inspireraði av ektaðum country.

Men ein kovboy er onki uttan sín hest, og country er onki uttan góðar tónleikarar. Og tí verður tað tann føroyska elitan, sum fer at spæla undir hjá teimum dugnaligu sangarunum. Tey, sum manna húsorkestrið eru:

Benjamin Petersen, guitar og sang
Mikael Blak, bass
Mattias Kapnas, klaver
Høgni Lisberg, ásláttur og sang
Jákup Zakariasen, alt sum hevur streingir

Nær

(Leygardag) 22:00

Atgongumerki

Prísur 250,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +

You can not buy more than available tickets, please try again!

Er lagt í kurv! Sí kurv | Til kassan

KalendariGoogle kalendari

Vágsbotnur South African Jazz Band

Ley20Mar20:30FeaturedVágsbotnur South African Jazz BandVetrarjazz 202120:30

Um tiltak

Vetrarjazz 2021 Vágsbotnur South African Jazz Band   Leygarkvøldið 20. mars kl. 20.30 spælir Vágsbotnur South African Jazz Band á Reinsarínum. Tey spæla suðurafrikanskan jazz eftir Mirjam Makeba, Abdullah Ibrahim, Johnny Dyani, Pharoa

Um tiltak

Vetrarjazz 2021

Vágsbotnur South African Jazz Band

 

Leygarkvøldið 20. mars kl. 20.30 spælir Vágsbotnur South African Jazz Band á Reinsarínum. Tey spæla suðurafrikanskan jazz eftir Mirjam Makeba, Abdullah Ibrahim, Johnny Dyani, Pharoa Sanders og eisini spæla tey løg eftir Lelle Kullgren, Pierre Dørge og Kristiani Blak.

Vágsbotnur South African Jazzband eru Katrina Olsen (sang, saksofon), Kristian Blak (klaver), Heðin Ziska Davidsen (gittar) Mikael Blak (bass), Brandur Jakobsen (trummur), Per Ingvaldur Højgaard Petersen (trummur) og James Goodwin (trummur/slagverk).

Nær

(Leygardag) 20:30

Atgongumerki

Prísur 100,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +

You can not buy more than available tickets, please try again!

Er lagt í kurv! Sí kurv | Til kassan

KalendariGoogle kalendari

Da Sjúka

Ley20Mar22:00FeaturedDa SjúkaJónas Langgaard, HÚS og Trendkill22:00

Um tiltak

Sjúkt, sjúkari, sjúkast Vit hava fingið tríggjar kanónir at spæla fyri tykkum tann 20. mars í Perluni. Talan er um tríggir artistar, har lyklaorðini eru undirgrund, nýskapan og kvalitetur. Vit tosa

Um tiltak

Sjúkt, sjúkari, sjúkast

Vit hava fingið tríggjar kanónir at spæla fyri tykkum tann 20. mars í Perluni. Talan er um tríggir artistar, har lyklaorðini eru undirgrund, nýskapan og kvalitetur. Vit tosa um Jónas Langgaard, HÙS og Trendkill.

JÓNAS LANGGAARD
Jónas er maðurin við teimum sjúku beatunum, sum eru á ekseptionelt høgum støði. Vit kenna hansara beat frá m.a. Marius DC, har hann hevur pumpað síni eyðkendu beats inn í eitt moderna nu school hip hop univers. Men Jónas er meir enn bara beats, hann er eisini sangari og framleiðari.

Stílurin hjá Jónasi er myrkur, elektroniskur og eitt sindur popputur. Um mann skal seta eitt ítøkiligt heiti á tónleikin, so er tað lowkey sum tað gamla hjá the Weeknd.

Hetta er undirgrundin og framtíðin.

HÙS
HÚS er verkætlanin hjá Rólant av Reyni. Rólant hevur verið virkin á tónleikapallinum síðan 1995, og hevur spælt við ymsum bólkum t.d Makrel, verið DJ og nú tey síðstu árini sum einstaklingur og framleiðari.

Hóast HÚS hevur verið til í yvir 10 ár, kom fyrsta útgávan hjá HÚS “Nevember” ikki út fyrr enn í novembur 2018. Hon bleiv útgivin á plátufelagnum Kervið. Hendan plátan fekk sera góð ummæli, og bleiv vald at vera ársins útgáva 2018 á fleiri bloggum.

Tónleikurin hjá Hús er ein krutlut blanding av tungum pulserandi rútmum og hypnotiskum guitarriffum. Onkur ummælari lýsir tónleikin sum eitt heitt klemm av folktronica. Onkur annar lýsir hann sum soundtrackið til ein dreyma sekvens í einum Sophia Coppola filmi.

Hoyr Tvinna hjá HÙS her:

TRENDKILL
Tað eru fáir bólkar í metalverðini, sum hava sett djúpri spor enn Pantera, sum teljast millum absoluttu svervektararnir innan metal. Pantera var ein bólkur, sum umfevndi alt frá tí eminenta guitarspælinum hjá Dimebag til tey óndastu growlini hjá Philip Anselmo, sum er ein tann besta røddin metalheimurin nakrantíð hevur vitnað.

Og hóast Pantera ongantíð aftur fara at spæla, so fara nakrir av okkara allabestu metal tónleikarum at spæla eina heiðurskonsert fyri kongunum úr Texas.

Trendkill er nemliga ein Pantera tribute bólkur, sum er mannaður av: Mikkjal (Sic, Amokk), Terja (Týr), Hera (MC Hár, Hamradun) og Sigurd (Amokk). Fýra menn sum hungra eftir at blása teg um koll við øllum teimum feitastu Pantera løgunum.

Hoyr Broken hjá Pantera her

Nær

(Leygardag) 22:00

Atgongumerki

Prísur 150,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +

You can not buy more than available tickets, please try again!

Er lagt í kurv! Sí kurv | Til kassan

KalendariGoogle kalendari

Goresquad útgávukonsert (+ Joe & The Shitboys og Marra)

Ley27Mar20:00FeaturedGoresquad útgávukonsert (+ Joe & The Shitboys og Marra)20:00

Um tiltak

Deyði og blóðbað í Perluni Tað verður deyði, marra og lortendar á skránni, tá Goresquad hava útgávukonsert 27. mars í Perluni Tá Goresquad var stovnaður í 2014, so var tað við einum

Um tiltak

Deyði og blóðbað í Perluni

Tað verður deyði, marra og lortendar á skránni, tá Goresquad hava útgávukonsert 27. mars í Perluni

Tá Goresquad var stovnaður í 2014, so var tað við einum heftigum endamálið fyri eygað: At geva heiminum death metal terror! Og tann missiónin heldur fram tann 27. mars 2021.

Men Goresquad vera ikki einsamallir. Teir hava nemliga savnað sær ein sterkan her til endamálið. Gestabólkarnir verða teir smá svøku og garrvillu: Joe & Shitboys og Marra.

Joe & The Shitboys er shit punkur framførdur av lortendum og tvíkyndum veganarum, meðan Marra er ein nýggjur bólkur við metalhøvdunum: Terja Skibenæs, Mikkjal Gaard Hansen, Hera Reynheim, Sigurd Justinussen og Frans Arge Galán. Við øðrum orðum: Tað kann bara blíva gott!

Hoyr Goresquad her:

Nær

(Leygardag) 20:00

Atgongumerki

Prísur 100,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +

You can not buy more than available tickets, please try again!

Er lagt í kurv! Sí kurv | Til kassan

KalendariGoogle kalendari

Apríl

Herborg Torkilsdóttir

Ley03Apr20:00FeaturedHerborg Torkilsdóttir20:00

Um tiltak

Herborg Torkilsdóttir á Reinsarínum - Eg gleði meg nakað so nógv til at spæla konsert fyri tær tann 3. apríl. Vit fara at spæla sangir sum “Are you sure”, “Lalala” og

Um tiltak

Herborg Torkilsdóttir á Reinsarínum

– Eg gleði meg nakað so nógv til at spæla konsert fyri tær tann 3. apríl. Vit fara at spæla sangir sum “Are you sure”, “Lalala” og “Over the top”. Men vit fara eisini at spæla fleiri nýggj løg, greiðir Herborg frá

– Vit gleða okkum ómetaliga nógv og hopa, at tit vilja deila hetta kvøldið saman við okkum💕 Muss og klemm og alt í senn, sigur Herborg við einum stórum smíli.

Ja, mann kann ikki annað enn gleða seg til at uppliva sjarmerandi country folk stjørnuskotið!

Nær

(Leygardag) 20:00

Atgongumerki

Prísur 150,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +

You can not buy more than available tickets, please try again!

Er lagt í kurv! Sí kurv | Til kassan

KalendariGoogle kalendari

Sement 2021

Sun04Apr23:58FeaturedSement 2021Tilmelding23:58

Um tiltak

Sement 2021 Í ár er Sement fyri ALLAR tónleikarar í Føroyum. Tað er líkamikið, um tú ert 15 ella 95 ár, ert royndur

Um tiltak

Sement 2021

Í ár er Sement fyri ALLAR tónleikarar í Føroyum. Tað er líkamikið, um tú ert 15 ella 95 ár, ert royndur ella óroyndur, eitur Eivør ella Lítla Rúm. ØLL eru vælkomin at luttaka. Og vinningarnir í ár eru betri enn nakrantíð. Í ár vinna bæði nummar 1,2 og 3 studiotíð við teknikkara.
Og sum eina eyka gularót, so burturlutar Reinsaríið eisini ein vinning, sum er óheftur av dómarapanelinum. Hesin vinningurin kallast “skump í reyvina”, sum er okkara máti at veita eina hjálpandi hond. Og hesin vinningurin verður eisini studiotíð.
Umframt alt hetta, so verða umboð frá G! og Summarfestivalinum eisini til staðar, har tey møguliga fara at velja akkurát teg at spæla á teirra festivali.
So um tú ert tónleikari, so er Sement 2021 ein no brainer. Melda teg til við at klikkja HER

Nær

(Sunnudag) 23:58

KalendariGoogle kalendari

skeið í stand-up

24Apr(Apr 24)10:0025(Apr 25)18:00Featuredskeið í stand-up10:00 - 18:00 (25)

Um tiltak

SKEIÐ Í STAND-UP  Vikuskiftið 24. og 25. apríl verður skeið í stand-up á Reinsarínum. Undirvísarar verða Sjúrður Skaale og Persson & Dahl Elskar tú

Um tiltak

SKEIÐ Í STAND-UP 

Vikuskiftið 24. og 25. apríl verður skeið í stand-up á Reinsarínum. Undirvísarar verða Sjúrður Skaale og Persson & Dahl

Elskar tú at fáa fólk at flenna? Ella droymir tú um at standa á palli? Tú hevur kanska ein lítlan skemtara inni í tær? So er hetta skeiðið akkurát nakað fyri teg. Tí á skeiðnum lærur tú alt tað grundleggjandi, sum krevst fyri at vera ein stand-up komikari:

 

Hvat er stuttligt?

Í veruleikanum er tað stuttliga næstan allastaðni, men hvussu fær mann eygað á tað? Og hvussu fortelur mann tað? Hesum fara tit saman við Sjúrða Skaale at finna út av á fyrra partinum av skeiðnum. Á skeiðnum fara tit at:

  • Læra at fá eygað á tað stuttliga
  • Læra at fortelja tað stuttliga stuttligt

 

Stuttligt á palli?

Seinna dagin eru tað Bárður Persson & Jákup Dahl, sum standa fyri undirvísingini. Tit fáa undirvísing og venjing í: 

  • At standa á palli
  • Brúka røddina, so hon fangar
  • Arbeiða við kroppinum og kropsmáli
  • Brúka títt sinnalag til tín egna fyrimun
  • Arbeiða við sjálvsálitinum áðrenn og undir framførslu

 

Kostnaður:

599 kr. fyri báðar dagar

 

Tíð og stað: 

Í Auluni í Finsen 

 

Tíð: 

Leygardag: 10-16

Sunnudag: 10-18

 

Tú teknar teg til skeiðið við at keypa eitt atgongumerki niðanfyri.

Nær

24 (Leygardag) 10:00 - 25 (Sunnudag) 18:00

Atgongumerki

Prísur 599,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +

You can not buy more than available tickets, please try again!

Er lagt í kurv! Sí kurv | Til kassan

KalendariGoogle kalendari

Januar

Tórsgøta Live

Ley01Jan16:02Tórsgøta Live16:02 Tórsgøta

Nær

(Leygardag) 16:02

Hvar

Tórsgøta

KalendariGoogle kalendari

Leiga okkara høli

Til ber at leiga øll hølini, sum vit umsita her í Tórsgøtu, og verður hetta gjørt við at trýsta á “Leiga høli”
Sí meira ..
Samband

Tórsgøta 3
FO-100 Tórshavn
Tlf. +298 256671
Telefontíð: gerandisdagar 8-16
Uttan fyri hesar tíðir, á mail: torsgota@torshavn.fo
V-Tal: 339849

+298 286671
torsgota@torshavn.fo
Instagram
Fylg á Instagram
Facebook
© 2021 Tórsgøta Øll rættindi tilskila. Nudlavirkið
Back To Top
×
Vit brúka farspor á okkara heimasíðu fyri at geva tær sum brúkara eina góða uppliving meðan tú er á okkara síðu. Við at klikkja á "Góðkenn", góðkennur tú okkara farspor stillingar.
Farspor stillingarGóðkenn
Handfar samtykki

Privatlívsstillingar

Okkara heimasíða brúkar farspor (cookies)

Á okkara heimasíðu brúka vit farspor fyri at tú sum brúkari skal fáa ein betri uppliving, meðan tú ert á vitjan.

Tað kunnu vera ymiskar funkur sum ikki virka heilt sum tær skulu, um tú ikki vil brúka okkara farspor. Sum heild brúka vit bert farspor fyri at gera tína upplyving betri.
Neyðugar
Altíð virkin

Farspor sum gevur tær sum brúkara eina góða uppliving meðan tú er á okkara síðu.

Ikki neyðugar

Farspor sum vit brúka í samband við statistik á heimasíðuni.

SAVE & ACCEPT
X
X