Reglugerð fyri Reinsaríið og Perluna
- Reinsaríið og Perlan eru mentanarhús í miðbýnum og eru partar av mentanargøtuni Tórsgøta. Tórshavnar kommuna eigur og rekur Reinsaríið og Perluna. Húsini skulu saman virka sum karmur um mentanartiltøk í býnum og kunnu eisini nýtast hvørt sær.
- Reinsaríið er í fyrsta lagi ætlað at vera eitt rútmiskt spælistað. Tað kann nýtast til tónleikatiltøk, framførslur, konsertir, framsýningar og onnur mentanarlig tiltøk.Perlan kann nýtast til ymisk tiltøk saman við Reinsarínum. Harumframt kunnu tónleikatiltøk, framførslur, konsertir, framsýningar og onnur mentanarlig tiltøk vera í Perluni burturav.Reinsaríið og Perlan kunnu eisini nýtast til fyrilestrar, fundir, undirvísing o.t., sum deildir ella stovnar hjá kommununi skipa fyri. Onnur kunnu eisini fáa innivist, um talan ikki er um kapping við vinnuligar fyritøkur í kommununi.
- Tiltøk við vinnuligum áhugamálum kunnu fáa innivist, tá ið tiltøkini hava týdning fyri vinnulívið í kommununi, herundir ferðavinnuna, mentanarvinnuna o.a. Havast skal tó í huga møgulig kapping við vinnuligar fyritøkur í kommununi.
- Tiltøk hjá sjálvbodnum felagsskapum kunnu fáa innivist, um tiltøkini ikki hava vinnuligt endamál.
- Skúlar, dagstovnar v.m. kunnu fáa innivist í Perluni og Reinsarínum til framførslur og framsýningar.
- Kommunan setur samskipara at umsita Reinsaríið og Perluna og virksemið, sum fer fram har. Samskiparin hevur tilvísing til mentamálaleiðaran. Samskiparin ger uppskot til fíggjarætlan. Samskiparin ger virksemisætlan og virksemisskrá at leggja fram fyri mentamáladeildina regluliga. Samskiparin ger ársfrágreiðing. Mentamáladeildin hevur vegna mentamálanevndina yvirskipaðu ábyrgdina av Reinsarínum og Perluni og virkseminum í húsunum.
- Virksemið í Reinsarínum og Perluni skal vera fjølbroytt og mennandi fyri mentanarumhvørvið, brúkararnar og býin. Samskiparin stendur fyri almennu kunningini bæði um Reinsaríið og Perluna sum mentanarhús og tiltøkum har.Samskiparin hevur heimild sjálvur at taka stig til og at skipa fyri tiltøkum innan fyri játtanina, eisini í samstarvi við aðrar stovnar, felagsskapir v.m.Samskiparin samskiftir við tey, sum ynskja at framføra ella sýna fram. Skrivligar avtalur verða gjørdar við tey, sum framføra ella hava onnur tiltøk í Reinsarínum og Perluni, herundir um gjald fyri leigu av hølum, útgerð, tænastum og atgongumerkjainntøkur, ið húsini veita. Avtalurnar skulu goymast. Inntøkurnar fara til raksturin av Reinsarínum og Perluni.
- Kafé verður opin í sambandi við tiltøk um kvøldið og vikuskiftini. Kafévirksemið verður boðið út fyri gjald, sum verður inntøka í rakstrinum hjá Reinsarínum. Kafein verður boðin út fyri eitt ávíst tíðarskeið í senn, fyrstu ferð í eitt ár sum royndartíð. Samskiparin samskiftir og samstarvar við loyvishavaran og starvsfólkini. Samskiparin tekur stig til at gera skrivliga avtalu við loyvishavaran, og skal mentamálaleiðarin eisini góðkenna avtaluna.
- Reglugerðin kemur í gildi, tá ið Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs hevur samtykt hana. Samstundis fer reglugerðin um Perluna, samtykt 28.04.2010, úr gildi.
Reglugerðin varð samtykt á fundi í mentamálanevndini 26.11.2014.
Reglugerð fyri Auluna og Sangstovuna í Finsen (mentanarhølir í miðbýnum)
Yvirskipað
§ 1. Aulan og Sangstovan í Finsen eru mentanarhøli í miðbýnum í Tórshavn og eru partar av mentanargøtuni Tórsgøta. Hølini virka bæði sjálvstøðugt, sum mentanarpallur og í sambandi við virksemið í Reinsarínum, Perluni og Ostahúsinum.
Stk. 2. Tórshavnar kommuna eigur og rekur Auluna og Sangstovna í Finsen. Hølini virka eisini sambært samstarvsavtalu við Bústaðir sum partur av lestrarbústaðarumhvørvinum í Finsen.
Endamál
§ 2. Aulan og Sangstovan virka sum karmur um mentanarvirksemi í breiðum týdningi eitt nú tónleikaframførslu av meiri siðbundnum slag, framsýningar, almennar fundir, dansiframførslur, listaverkstovur, filmstiltøk, ungdómstiltøk, listaframsýningar, tvørmentanarlig tiltøk, býarsøgutiltøk og onnur mentanarlig tiltøk.
Stk. 2. Hølini kunnu eisini nýtast til fyrilestrar, fundir, undirvísing o.t., sum deildir ella stovnar hjá kommununi skipa fyri ella hava ein týðandi leiklut í.
Stk. 3. Onnur kunnu eisini í avmarkaðan mun fáa innivist, um talan ikki er um kapping við vinnuligar fyritøkur í kommununi.
Tiltøk við vinnuligum áhugamálum
§ 3. Tiltøk við vinnuligum áhugamálum kunnu fáa innivist, tá ið tiltøkini hava týdning fyri vinnulívið í kommununi, herundir ferðavinnuna, mentanarvinnuna o.a. Havast skal tó í huga møgulig kapping við vinnuligar fyritøkur í kommununi og kommunufulltrúina.
Tiltøk hjá sjálvbodnum felagsskapum
§ 4. Tiltøk hjá sjálvbodnum felagsskapum kunnu fáa innivist, um tiltøkini ikki hava vinnuligt endamál.
Tiltøk hjá skúlum og dagstovnum
§ 5. Skúlar, dagstovnar v.m. í kommununi kunnu eftir umstøðunum fáa innivist til tiltøk í Auluni og sangstovuni til framførslur og framsýningar.
Samskipan og tilvísing
§ 6. Samskiparin í mentanarhølum í miðbýnum umsitir Auluna og Sangstovuna og virksemið, sum fer fram har. Samskiparin hevur tilvísing til mentamálaleiðaran.
Stk. 2. Samskiparin ger uppskot til fíggjarætlan. Samskiparin ger ársfrágreiðing, ið verður løgd fyri mentamálanevndina til umrøðu, umframt yvirskipaða virksemisætlan fyri komandi árið.
Stk. 3. Mentamáladeildin hevur vegna mentamálanevndina yvirskipaðu ábyrgdina av Auluni og Sangstovuni.
Innihald, tiltøk, avtalur v.m.
§ 7. Virksemið í Auluni&Sangstovuni skal vera fjølbroytt og mennandi fyri mentanarumhvørvið, brúkararnar og býin. Samskiparin stendur fyri almennu kunningini um tiltøkini.
Stk. 2. Samskiparin hevur heimild sjálvur at taka stig til og at skipa fyri tiltøkum innan fyri játtanina, eisini í samstarvi við aðrar stovnar, felagsskapir v.m. Samskiparin samskiftir við tey, sum ynskja at framføra ella sýna fram, og ger avtalur við tey, herundir avtalar gjald fyri leigu av hølum, útgerð, tænastum og atgongumerkjainntøkur, ið húsini veita. Inntøkurnar fara til raksturin av Auluni&Sangstovuni.
Kafé
§ 8. Kafé er opin í sambandi við tiltøk um kvøldið og vikuskiftini. Kafévirksemið verður boðið út fyri gjald, sum verður inntøka í rakstrinum hjá Auluni&Sangstovuni. Kafein verður boðin út fyri eitt ávíst tíðarskeið í senn. Talan kann eisini verða um at bjóða virksemi út saman við Reinsaríinum og Perluni.
Stk. 2. Samskiparin samskiftir og samstarvar við loyvishavaran og starvsfólkini.
Avmarkað borðreiðing
§ 9. Einans avmarkað borðreiðing kann fara fram í Auluni&Sangstovuni, bæði hvat viðvíkur tiltøkum, har talan er um uttanhýsis fyriskipara ella kommununa.
Heilsuframi
§ 10. Virksemið skal taka støði í tilráðingum frá heilsumyndugleikunum um heilsuframa m.a. viðv.
a). tiltøkum fyri at avmarka oyrnaskaðar av ov høgum ljóði og
b). rúsdrekka, herundir stuðla undir skynsama nýtslu og fyribyrging av misnýtslu.
Stk. 2. Møgulig skeinking av rúsdrekka skal steðga stundisliga eftir at tiltøk eru liðug.
Stk. 3. Avmarkað ókeypis skeinking av rúsdrekka er einans loyvd í sambandi við móttøkur.
Gildiskoma
§ 11. Reglugerðin kemur í gildi, tá ið mentamálanevnd Tórshavnar býráðs hevur samtykt hana.
Reglugerðin varð samtykt av mentamálanevndini 10. januar 2018.