Í hesum døgum, er umráðandi at njóta góðu løturnar heima, nú tilveran hjá okkum øllum er vend á høvdið. Í hesum sambandi, skipa vit í Tórsgøtu fyri beinleiðis tiltøkum á heimasíðu okkara, við tí endamáli at stuðla føroyskum listafólki, og samstundis geva tykkum listarligar upplivingar.