Desember, 2019

Ley07Des21:00ÚtseltUriah Heep Kvøld í ReinsarínumVið Deiggj21:00 Reinsaríið

Fyriskipari

Tórsgøta

Um tiltak

Seinastu árini hevur bólkurin Deiggj skipað fyri sonevndum Uriah Heep fjeppara kvøldum fyri fullsettum hølum kring Føroyar. Nú verður fyri fystu ferð skipað fyri einari konsert á Reinsarínum í Havn.

Áhugin fyri hesum kvøldum hevur verið sera stórur kring alt landið og ikki minst til tey sonevndu ”Easy livin´ við Gjógv” tiltøkini.

Tað er fleiri ferðir staðfest, at Uriah Heep tónleikurin enn hevur ein stóran og aktivan fjepparaskara í Føroyum, mest tilkomin fólk, tó eisini nøkur yngri.

Uriah Heep er ein av teimum bólkunum frá 70´unum, ið hava megnað at varðveitt sína støðu, sum tann legendariski progressivi rokkbólkurin. Uriah Heep tónleikurin er sonevndur klassiskur rokkur. Tónleikurin er góður og løgini halda enn í dag, tí tey eru dygdargóð og eisini væl framleidd.

Deiggj hava ferð eftir ferð upplivað hendan góða áskoðarastemningin til Uriah Heep kvøldini, m.a. á Seglloftinum á Tvøroyri, á Brygguni í Vestmanna, Mentanarhúsinum í Fuglafirði, í Sjónleikarahúsinum og í Norðurlandahúsinum har m.a. John Lawton var við sum gestasangari. Á konsertunum er vanligt at fólk syngja við og hugna sær saman og dyrka Uriah Heep.

Úr djúpu lagaskjáttini hesi kvøldini kunnu nevnast løg sum t.d. The Wizard, Wiseman, Gypsy, Rain, Circle of Hands, Rainbow Demon, Return to fantasy, July Morning, Stealin’ og ein rúgva øðrum kendum og minni kendum Heep løgum.

Deiggj hava spælt Uriah Heep tónleik fleiri ferðir uttanlands, eitt nú í Íslandi, Danmark, Finnlandi, Belgia og í Spania. Nakrar ferðir hava upprunalimir í Uriah Heep verið við sum gestatónleikarar, eitt nú sangarin John Lawton og seinast við Gjógv var uppruna bassleikarin Paul Newton á palli saman við Deiggj.

Á Reinsarínum verður tað aftur tann frálíki sangarin úr Froðba, Dennis Lave, sum syngur tey flestu løgini.

Teir sum manna Deiggj, eru Dennis Lave, Páll Lave, Pætur Mohr Dam, Fróði Vestergaard, Sverri Heinesen og Rani H. Christiansen.

Konsertin á Reinsarínum verður leygarkvøldið 7. des, frá kl.21.

Nær

(Leygardag) 21:00

Hvar

Reinsaríið

Atgongumerki

Útselt