Juni, 2021

11Jun(Jun 11)14:0018(Jun 18)17:00FeaturedTóroddur Poulsen14:00 - 17:00 (18)

Um tiltak

Framsýning og poesi í Perluni

Tóroddur Poulsen er fjøllistamaður, sum skrivar, spælir, teknar og performar. Og tað hevur hann gjørt, síðan hann debuteraði í 1984 við savninum Botnfall. Fyri kortum gav Sprotin út hansara 45. bók, tað er yrkingasavnið Fyribilsni, sum eisini verður til keyps.

Tóroddur er Havnamaður við stórum H, tó at hann hevur búð niðri ein mansaldur og eisini er slektaður av Toftum. Og til hesa listaframsýningina er tað Havnin, sum verður karmur um tiltakið.

Framsýning letur upp fríggjadagin 11. juni kl. 14:00 – 17:00. Og tú kann eisini koma framvið hvønn dag líka til 18. juni millum 14:00 og 17:00.

Her kanst tú síggja listaverkini afturvið einum tálghøvdi ella tveimum

Nær

11 (Fríggjardag) 14:00 - 18 (Fríggjardag) 17:00