Apríl, 2021
24Apr(Apr 24)10:0025(Apr 25)18:00Featuredskeið í stand-up10:00 - 18:00 (25)
Um tiltak
SKEIÐ Í STAND-UP Vikuskiftið 24. og 25. apríl verður skeið í stand-up á Reinsarínum. Undirvísarar verða Sjúrður Skaale og Persson & Dahl Elskar tú
Um tiltak
SKEIÐ Í STAND-UP
Vikuskiftið 24. og 25. apríl verður skeið í stand-up á Reinsarínum. Undirvísarar verða Sjúrður Skaale og Persson & Dahl
Elskar tú at fáa fólk at flenna? Ella droymir tú um at standa á palli? Tú hevur kanska ein lítlan skemtara inni í tær? So er hetta skeiðið akkurát nakað fyri teg. Tí á skeiðnum lærur tú alt tað grundleggjandi, sum krevst fyri at vera ein stand-up komikari:
Hvat er stuttligt?
Í veruleikanum er tað stuttliga næstan allastaðni, men hvussu fær mann eygað á tað? Og hvussu fortelur mann tað? Hesum fara tit saman við Sjúrða Skaale at finna út av á fyrra partinum av skeiðnum. Á skeiðnum fara tit at:
- Læra at fá eygað á tað stuttliga
- Læra at fortelja tað stuttliga stuttligt
Stuttligt á palli?
Seinna dagin eru tað Bárður Persson & Jákup Dahl, sum standa fyri undirvísingini. Tit fáa undirvísing og venjing í:
- At standa á palli
- Brúka røddina, so hon fangar
- Arbeiða við kroppinum og kropsmáli
- Brúka títt sinnalag til tín egna fyrimun
- Arbeiða við sjálvsálitinum áðrenn og undir framførslu
Kostnaður:
599 kr. fyri báðar dagar
Tíð og stað:
Í Auluni í Finsen
Tíð:
Leygardag: 10-16
Sunnudag: 10-18
Tú teknar teg til skeiðið við at keypa eitt atgongumerki niðanfyri.
Nær
24 (Leygardag) 10:00 - 25 (Sunnudag) 18:00
Atgongumerki
Prísur 599,00 DKK
You can not buy more than available tickets, please try again!
Er lagt í kurv! Sí kurv | Til kassan