August, 2021

Mán23Aug20:00FeaturedSilvitni í AuluniSummartónar20:00

Um tiltak

Summartónar við kvinnukórinum Silvitni

Mánadagin 23. august kl. 20.00 hevur kvinnukórið Silvitni konsert í Auluni í Finsen.

Silvitni er eitt úrvalslið av níggju evnaríkum kvinnum, sum heystið 2020 tóku stig til at stovna kórið. Kórið umboðar fýra ymiskar tjóðskapir – Føroyar, Holland, Týskland og Chile, og er undir leiðslu av Cinthiu González Parada, sum eisini syngur í kórinum.

Til hesa konsertina bjóðar Silvitni okkum við á eina tónleikaferð kring knøttin, har áhoyrararnir sleppa at uppliva rútmur og harmoniir frá tónaskøldum úr øllum heraðshornum og frá ymiskum tónleikatíðarskeiðum. Skráin fevnir um gamlan tónleik úr Spania, traditionellar sangir úr Írlandi, Mexico, Cuba og Afrika, umframt tónleik frá nýmótans tónaskøldum úr Japan, Estlandi, Russlandi og Føroyum. Innihaldsliga eru tekstirnir sera fjølbroyttir og sungið verður á sjey ymiskum málum.

 

Concert with female choir Silvitni

Silvitni performs at Aulan in Finsen Monday 23rd August at 20.00.

Silvitni is a female choir founded in autumn 2020 with nine singers from the Faroe Islands, Netherlands, Germany and Chile. The choir is conducted by Cinthia González Parada, who also sings in the choir.

In this concert Silvitni will present a varied musical repertoire with harmonies and rhythms from composers from all over the world and from different periods of music. The programme includes old music from Spain, traditional melodies from Ireland, Mexico, Cuba and Africa in addition to music by modern and contemporary composers from Japan, Estonia, England, Russia and the Faroe Islands. The lyrics touch upon very diverse subjects and are written in seven different languages.

Nær

(Mándag) 20:00

Atgongumerki

Prísur 100,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +