Apríl, 2021

Sun04Apr23:58FeaturedSement 2021Tilmelding23:58

Um tiltak

Sement 2021

Í ár er Sement fyri ALLAR tónleikarar í Føroyum. Tað er líkamikið, um tú ert 15 ella 95 ár, ert royndur ella óroyndur, eitur Eivør ella Lítla Rúm. ØLL eru vælkomin at luttaka. Og vinningarnir í ár eru betri enn nakrantíð. Í ár vinna bæði nummar 1,2 og 3 studiotíð við teknikkara.
Og sum eina eyka gularót, so burturlutar Reinsaríið eisini ein vinning, sum er óheftur av dómarapanelinum. Hesin vinningurin kallast “skump í reyvina”, sum er okkara máti at veita eina hjálpandi hond. Og hesin vinningurin verður eisini studiotíð.
Umframt alt hetta, so verða umboð frá G! og Summarfestivalinum eisini til staðar, har tey møguliga fara at velja akkurát teg at spæla á teirra festivali.
So um tú ert tónleikari, so er Sement 2021 ein no brainer. Melda teg til við at klikkja HER

Nær

(Sunnudag) 23:58