Apríl, 2021

Ley24Apr21:00Sement 2021 - 3. Undanumfar21:00

Um tiltak

TRIÐJA UNDANUMFAR

LEYGARKVØLDIÐ 24. APRÍL KL. 21 VERÐUR TRIÐJA UNDANUMFAR AV TÓNLEIKAKAPPINGINI SEMENT. BÓLKARNIR, SUM KAPPAST TÁ, ERU

 

Impartial
Impartial umboða bæði metal og royndir innan tónleikakappingar. Teir hava stuttsíðani vunnið føroysku Wacken Metal Battle kappingina. Og tað merkir, at Impartial skulu umboða Føroyar á Wacken Metal Battle í Tysklandi, sum er heimsins størsti metal festivalur.

 

Hervør Sabina
Hervør Sabina býr á Toftum saman við Kára og teirra 4 børnum.
Hon hevur yrkt og smíðað løg, síðan hon var smágenta.

Sangirnir eru erligir og snúgva seg um ymiskar hendingar á lívsleiðini, bæði hjá henni og øðrum.

Tað kann vera alt frá trugv og iva til strongd og at læra seg at taka tað róligt og liva í løtuni.

High Moon
Ein mynd sigur meir enn 1485 orð, og High Moon lata myndina tala fyri seg, tí teirra tónleikur er retro flower power pop

 

Ikai
Ikai eru:
Elin Maria Ólavsdóttir Hansen á bassi
Benjamin tausen á Lava á Klaver og gittara
Eyðfinn Rajani á trummum
Dan Eyðun Saxov á gittara


Telemama
– Vit eru fýra kanúttar, sum regluliga hava jammað saman og halda, at vit hava okkurt, sum kann koma føroyska tónleikapallinum til góðar.

– Vit eru ávikavist 19, 20 og 21 ára gamlir og hava spælt síðan vit vóru tannáringar.

– Í tónleikinum hjá okkum hoyrist ávirkan av blues, R&B, funk og eisini garage rokkinum, sum var hoyra tíðliga í 00’unum.

Teir, sum manna Telemama, eru:
Óli Joensen – Guitar / Vokal
Hendrik Jacobsen – Guitar
Tóki Bak Sørensen – Trummur
Ørvur Argenziano – Bass

Føgrudyr
Ert tú til semi aukustiskan popp rock, sum er í familju við Pink Floyd? So eru Føgrudyr fyri teg.

– Bólkurin byrjaði fyri tveimum árum síðani til Sement. Síðani seinast hava vit fingið nýggjan trummuspælara og bassist, skrivar bólkurin í stuttari viðmerking.

Tey, sum manna Føgrudyr eru:
Sámal Jákup Jakobsen – Gittar og sang
Ingmar Berg Mikkelsen – Klaver og kór
Vár Iversen Lindenskov – Sello
Jóhan K. Dam – Bass
Vár Miðberg – Trummur

 

Dóttir
Tað er tann danskt/føroyska Súsanna Herálvsdóttir, sum er heilin handan Dóttir. Og seinastu tíðina hevur Dóttir eisini fingið vind í seglini á alternativa rokkpallinum. Og tað er takkað verið alternativa norðurlendska rokkinum, sum er ein sunn blanding av intimum og orkufullum tónleiki.

Talan er í høvuðsheitinum um melankolskan tónleik, sum gevur lurtarum møguleika at hyggja inneftir.

 

Vit hava góð tíðindi til tykkum! Heili 18 bólkar hava meldað seg til Sement 2021, og tað er onki minni enn fantastiskt. Tí hetta merkir, at vit fara at hoyra eina rúgvu nýggjum tónleiki, sum hesir bólkarnir sjálvir hava skrivað

Vit kunnu eisini avdúka, at tónleikurin á Sement 2021 verður deiliga fjølbroyttur. Í ár verður tað alt frá hip hop og metal til singer songwriter og rnb. Og vit fara eisini at uppliva royndar bólkar, óroyndar bólkar og ymiskar aldursbólkar. Og tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá vit siga, at Sement er ein forsmakkur upp á framtíðina hjá føroyskum tónleikalívi.

Dómarar og vertir
Í ár verða tríggir dómarar, og teir eru Per I. Højgaard, Ári Rouch og Rannvá Helenudóttir. Trý fólk, sum hava drúgvar royndir innan tónleik og hava fingurin á pulsinum. Og verturin í ár er maðurin handan fleiri av størstu hittunum í Føroyum: Terji Rasmussen. Ein harri, sum er ein entertainari av rang, sum eisini hevur nøkur heilt serlig evnir til at fáa fólk at kenna seg væl.

Vinningar
Í ár eru vinningarnir eyka tiltalandi, tí bólkarnir fáa heili fýra møguleikar at vinna studiotíð. Og her tosa vit um Kris-Stuff Studio saman við einari stórari kanón: Kristoffur Mørkøre. Ein maður, sum dugir alt frá at at spæla instrumentir og framleiða til at miksa og mastera. Og so er  tað somikið snilt í ár, at nummar 1,2 og 3 vinna studiotíð umframt, at Reinsaríið eisini velur ein bólk. Umframt hetta, so verða umboð fyri G! Festivalin og Summarfestivalin á staðnum, har tey hava møguleika at velja bólkar at spæla á teirra festivali.

Nær

(Leygardag) 21:00

Atgongumerki

Prísur 150,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +