Apríl, 2021

Frí23Apr21:00Sement 2021 - 2. Undanumfar21:00

Um tiltak

ANNAÐ UNDANUMFAR

FRÍGGJAKVØLDIÐ 23. APRÍL KL. 21 VERÐUR ANNAÐ UNDANUMFAR AV TÓNLEIKAKAPPINGINI SEMENT. BÓLKARNIR, SUM KAPPAST TÁ, ERU:

Elevator Alligator
Kjartan og Edvin møttist eitt kvøldið í býnum. Í sama lag søgdu teir við hvønn annan: “Tú hevur ikki verið við í einum bólkið í eina tíð”. Teir hugsaðu í 10 sekund, og í sama lagið søgdu teir við hvønn annan: “Skulu vit byrja ein bólk saman?” Edvin gjørdi av at ringja til Jóhan Bjarta spyrja um hann vildi spæla bass í einari nýggjari verkætlan. Av tí at Edvin hevði drukkið, svaraði Jóhan Bjartur skeptiskt aftur “ja”, væl vitandi at ætlanir av fullum monnum sjáldan vera hildnar dagin eftir. Dagin eftir skrivaðu allir tríggir saman, og tað bleiv samtykt at stovna ein bólk. Aftaná nakrar venjingar saman, funnu teir skjótt út av at teir manglaðu ein guitarist afturat. Kjartan skrivaði til gamla flokksfelagin, Áka, um hann vildi vera við í einum bólki. Orðarætt svaraði hann aftur: “Ehm.. Ja, kanska.. eg veit ikki.. Eg skal hugsa um tað. Eg havi ikki allatíðina í heiminum… Ok eg komi við”. Bólkurin var fult mannaður.

Til dagsins dato hava teir havt fleiri avlýstar venjingar enn faktiskar venjingar, vegna drukk og arbeiði. Teir vóna at teirra harðkókaði rock’n’roll lívstílur hoyrist í tónleikinum.

 

Amires
Tá Amires verða spurdir um at lýsa bólkin, so er svarið: Vit eru fimm hálvhjernar úr Leirvík, Syðrugøtu, Fuglafiðri, Eiði og Hvalvík.

Og teir fimm hálvheilarnir eru:
Ólavur Eikhólm Trygvason – Gittar
Sonni Davidsen – Sang og gittar
Dávid Petersen – trummur
Salomon Gregersen – Klaver
Jónatan Lervig – Bass

 

Tina
Tónleikurin hjá Tinu Mellemgaard byggir á hennara tankar um lívið, lívsins grundarlag og menniskjans stóra virði.

Gjøgnum tónleikin ynskir hon at skapa nakað positivt í menniskjum. Og apropos tónleikin, so er talan um eina blanding av soul, rnb og pop

Tey, sum manna bólkin eru:
-Tina Mellemgaard
– Fríði Bjarkhamar
– Vár Miðberg
– Ólavur Johannesson
– Elin Maria Hansen

 

Joe & the Shitboys
Teir eru fýra adrenalinfyltir fanansaktigir lortendar, sum brúka kjaft í ADHD vinarligum formati. Joe & The Shitboys spæla shit punk.

 

Piparstertur
– Vit eru fýra ungir garpar, sum vilja royna okkum í Sement 2021. Vit koma allir frá ymiskum tónleika bakgrundum, og hava tí nógv ymisk hugskot og elementir í okkara tónleiki.

– Vit leggja dent á listarligt frælsi, og tað hoyrist aftur í tónleikinum, ið er fyltur við improvisatiónum og fløktum harmonium.

Vølva
Vølva er eitt felagsprojekt hjá Jákup Bernhard og Silju, sum annars hava skrivað og spælt tónleik hvør sær, inntil teirra vegir møttust

 

The Harmonies
The Harmonies er ein bólkur av ungum fólkið, sum hava sett seg saman at spæla hesi løg. Ester er komponistur og hevur skrivað bæði tekst og løg. Til Semtn hevur hon Sóley, Bjartur, Benjamin, Doris og Vár við sær.

The Harmonies tekur okkum við á eina ferð á ljósareyðum skýggjum. Løgini snúgva seg mest um kærleika og um forelskilsi, og verða vit tikin við á eina ferð, har alt tykist at vera so søtt og milt. 

The Harmines eru:
Ester Skála: sangur og ukelele
Sóley Leo: sangur og gittari
Bjartur Leo: gittari
Benjamin Leo: klaver
Doris: bass
Vár Miðberg: trummur

 

 

Vit hava góð tíðindi til tykkum! Heili 18 bólkar hava meldað seg til Sement 2021, og tað er onki minni enn fantastiskt. Tí hetta merkir, at vit fara at hoyra eina rúgvu nýggjum tónleiki, sum hesir bólkarnir sjálvir hava skrivað

Vit kunnu eisini avdúka, at tónleikurin á Sement 2021 verður deiliga fjølbroyttur. Í ár verður tað alt frá hip hop og metal til singer songwriter og rnb. Og vit fara eisini at uppliva royndar bólkar, óroyndar bólkar og ymiskar aldursbólkar. Og tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá vit siga, at Sement er ein forsmakkur upp á framtíðina hjá føroyskum tónleikalívi.

Dómarar og vertir
Í ár verða tríggir dómarar, og teir eru Per I. Højgaard, Ári Rouch og Rannvá Helenudóttir. Trý fólk, sum hava drúgvar royndir innan tónleik og hava fingurin á pulsinum. Og verturin í ár er maðurin handan fleiri av størstu hittunum í Føroyum: Terji Rasmussen. Ein harri, sum er ein entertainari av rang, sum eisini hevur nøkur heilt serlig evnir til at fáa fólk at kenna seg væl.

Vinningar
Í ár eru vinningarnir eyka tiltalandi, tí bólkarnir fáa heili fýra møguleikar at vinna studiotíð. Og her tosa vit um Kris-Stuff Studio saman við einari stórari kanón: Kristoffur Mørkøre. Ein maður, sum dugir alt frá at at spæla instrumentir og framleiða til at miksa og mastera. Og so er  tað somikið snilt í ár, at nummar 1,2 og 3 vinna studiotíð umframt, at Reinsaríið eisini velur ein bólk. Umframt hetta, so verða umboð fyri G! Festivalin og Summarfestivalin á staðnum, har tey hava møguleika at velja bólkar at spæla á teirra festivali.

Nær

(Fríggjardag) 21:00

Atgongumerki

Prísur 150,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +