Mars, 2020

Ley28Mar20:0023:00Rökkvi + Jákup á Lakjuni20:00 - 23:00 Reinsaríið

Um tiltak

Fuglfirðingar yvirtaka Reinsaríðið

Leygarkvøldið tann 28. mars yvirtaka Rökkvi og Jákup á Lakjuni Reinsaríið

RÖKKVI
Tað er tann produktivi sangskrivarin úr Fuglfirði, Rógvi Odvörson, sum goymur seg handan listanavnið Rökkvi. Men Rógvi hevur bara tvær hendur, so hann hevur allierað seg við fleiri av okkara fremstu tónleikarum. Hetta merkir, Rógvi hevur syrgt fyri, at vit fáa eina stórsligna konsert við fullari manning.

Tónleikurin hjá Rökkvi er fangandi melodiskur popp/rokkur, sum eisini er væl kryddaður við elektroniskum elementum. Og Rökkvi er ikki bara bara, tí hetta er ein bólkur, sum hevur verið nógv umbiðin á festivalum og konsertum bæði í Føroyum og uttanlanda.

JÁKUP Á LAKJUNI
Jákup Á Lakjuni gevur sangskrivarasjangruni eina heilt serliga inniligheit. Løg og framførsla eru djúp og nærverandi, eins og boðskapurin í tekstunum er umhugsin og kemur beint frá hjartanum.

“Only your waves” live

Nær

(Leygardag) 20:00 - 23:00

Hvar

Reinsaríið

Atgongumerki

Prísur 150,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +