Mars, 2020

Ley14Mar21:0023:00Rani Nolsøe útgávukonsert21:00 - 23:00

Um tiltak

Ókendar leiðir í Reinsaríðinum

Eftir eina langa karrieru í superbólkinum Frændur, er Rani Nolsøe nú aktuellur við síni fyrstu solo útgávu Ókendar leiðir

Seinastu árini hevur Rani spælt nógv sum trubadurur og í orkestri, og hevur hann seinastu tvey árini útgivið fleiri vælumtókt stakløg. Nú er Rani so endiliga klárur við síni fyrstu soloútgávu.

Ókendar leiðir er ein samling av sterkum søgum, ílatin lagvakra tónleikin hjá Rana, harímillum lagið Ein sangur til tín, sum er skrivað til minnis um vinmannin Óla, sum takkaði fyri seg ein dapran dag síðst í oktober 1990.

So nú er at seta eitt stórt x í kalendarin tann 14. mars, so tú sleppur at uppliva ein av teimum heilt stóru sangskrivarunum folda seg út á Reinsaríinum.

Keyp atgongumerki við at klikkja HER

Nær

(Leygardag) 21:00 - 23:00