Desember, 2020

Ley19Des21:00FeaturedPlúmm21:00

Um tiltak

19 desember í ár verður aftur høvi at hoyra legendariska bólkin Plúmm í Reinsaríinum í Havn. Bólkurin gav út fløgu í november í fjør, og á Vetrarjazzi í januar í ár hevði Plúmm útselda útgávukonsert í Norðurlandahúsinum. Men sum kunnugt kom koronasóttin stutt eftir og legði alt lamið.
Konsertin 19. desember verður sostatt tann fyrsta hjá Plúmm eftir útgávukonsertina. Limirnir í Plúmm hava tískil veruligt brell eftir at sleppa á pall aftur, og áhoyrarar kunnu vænta sær eitt brak av eini konsert.
Stílurin hjá Plúmm er íblástur av fleiri ymsum tónleikasløgum, jazzi, rocki, klassiskum og øðrum. Umframt løg av fløgunum Catch og Allar Ættir fer Plúmm at spæla eldri og nýggj løg, sum ikki enn eru givin út. Teir, ið manna Plúmm, eru:
Leivur Thomsen – guitar
Magnus Johannessen – ljómborð
Arnold Ludvig – bass
Rógvi á Rógvu – trummur
Johan Hentze – trompet/fluegelhorn
James Goodwin – slagverk

Nær

(Leygardag) 21:00

Atgongumerki

Prísur 150,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +