Mars, 2021
Ley13Mar22:00ÚtseltFeaturedOutlaw country og americana22:00
Um tiltak
Kovboyhattar, leðurvestar og klassa tónleikur Tað er nú, at tú skalt finna tær kovboyhattin, leðurvestin og stylvarnir fram, tí tann 13. mars verður tað country og americana fyri allar pengarnar Vit hava
Um tiltak
Kovboyhattar, leðurvestar og klassa tónleikur
Tað er nú, at tú skalt finna tær kovboyhattin, leðurvestin og stylvarnir fram, tí tann 13. mars verður tað country og americana fyri allar pengarnar
Vit hava savnað teir bestu sjeriffarnir í Føroyum til at spæla fyri tykkum. Og her tosa vit um Hallur Joensen, Samal Ravnsfjall, Son of Fortune og Daniu O. Tausen. Tey fara at spæla alt frá country klassikarum til støvuttar balladur og banditta sangir úr amerikonsku songbókini. Og sum rosinan í revolvarinum, so fara tey eisini at spæla egin løg, sum eru inspireraði av ektaðum country.
Men ein kovboy er onki uttan sín hest, og country er onki uttan góðar tónleikarar. Og tí verður tað tann føroyska elitan, sum fer at spæla undir hjá teimum dugnaligu sangarunum. Tey, sum manna húsorkestrið eru:
Benjamin Petersen, guitar og sang
Mikael Blak, bass
Mattias Kapnas, klaver
Høgni Lisberg, ásláttur og sang
Jákup Zakariasen, alt sum hevur streingir
Nær
(Leygardag) 22:00
Atgongumerki
Útselt
You can not buy more than available tickets, please try again!
Er lagt í kurv! Sí kurv | Til kassan