Mars, 2020

Mik11Mar19:30Open Mic/Open StageFýrklang19:30 Reinsaríið

Um tiltak

Hetta kvøldið er tað Fýrklang, ið stendur fyri gestaframførsluni.
Fýrklang er ein jazz kvartet ið spælir egnar kompositiónir.
Tónleikurin er improvisatoriskur, kontrastríkur og ferðast millum tað sveimandi og tað støðufesta.
Limir í bólkinum eru:  Katrina Olsen – sang & sax, Oddur Joensen – guitar, Djóni Nolsøe Fischer – bass og Harald Fonsdal Johannesen – Trummir.

Tiltakið er fyri øll tey, ið hava okkurt at framføra fyri øðrum. Hetta er fyri eitt nú sangskrivarar, yrkjarar, søgusigarar og skemtarar til at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ætlað at vera ein kreativur verkstaður, har høvi er at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.

Skráin er hendan:

19:30 – 20:00: Innskrivan
20:00 – 20:30: Fýrklang
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
21:00 – 22:30: Open Stage/Open Mic

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, eisini tey, ið bara vilja lurta og hyggja.

Okkara stuðlar tiltakinum.

Nær

(Mikudag) 19:30

Hvar

Reinsaríið