Oktober, 2020

Ley31Okt21:0022:00ÚtseltFeaturedNorðurlandakonsert - Marius, Guðrið og GretaÁ Reinsarínum21:00 - 22:00

Um tiltak

Norðurlandakonsert við Marius Ziska, Guðrið Hansdóttir og Gretu Svabo Bech

Tríggjar av okkara størstu stjørnum hava funnið saman og koma saman við dugnaligu tónleikarunum Mikael Blak, Magnusi Johannesen, Heðini Ziska Davidsen og Per Ingvaldi Højgaard Petersen at framføra eina góða blanding av norðurlendskum løgum. Tey koma at framføra tríggjar sangir hvør, sum tey sjálvi hava valt út frá ávísum treytum, og síðani syngja tey síðsta sangin saman. Treytirnar fyri sjálvvaldu sangirnar eru, at tey syngja ein sang hjá sær sjálvum á føroyskum, og at tey harafturat framføra tveir norðurlendskar sangir, harav ein kann vera á enskum, meðan hin skal vera á norðurlendskum máli.

Hevur tú nakrantíð hoyrt Guðrið syngja á íslendskum ella Gretu á svenskum? Ella man Marius fara at syngja á svenskum, Greta á norskum og Guðrið á finskum? Spennandi verður at hoyra, hvørji løgini verða, og á hvørjum máli tey koma at syngja. Eisini verður spennandi at hoyra, hví tey hava valt sær júst teir sangir, sum tey koma at framføra, hvønn týdning sangirnir hava fyri tey, og hvussu tey koma at framføra viðkomandi sangir – tí tey koma ikki bert at syngja teir men seta eisini egið fingramerki á og gera teir til sínar egnu.

Norðurlandavika
Konsertin er partur av átakinum ’Norðurlandavika,’ sum NORA samskipar í samstarvi við føroyska formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum í 2020. Endamálið við konsertini og við Norðurlandavikuni sum heild er at varpa ljós á Norðurlond og norðurlendskt samstarv.

Árið í ár er serstakt fyri Føroyar í norðurlendskum høpi, tí í ár hevur Føroyar, saman við Grønlandi og Danmark, formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum (Nordisk Ministerråd). Hetta merkir, at Føroyar, saman við Grønlandi og Danmark, leiðir arbeiðið innan ymsu samstarvsøkini landanna millum.

Tey norðurlendsku londini eru Danmark, Finnland, Ísland, Noreg, Svøríki, Grønland, Áland og Føroyar. Nærri kunning um Norðurlendska Ráðharraráðið og formansskapin 2020 fæst á heimasíðuni www.norden.org. Nærri kunning um NORA, sum er eitt millumtjóðasamstarv, ið fevnir um Grønland, Ísland, Føroyar og stranda-Noreg, fæst her: www.nora.fo .

Nær

(Leygardag) 21:00 - 22:00

Atgongumerki

Útselt