August, 2021

Ley14Aug20:00FeaturedNathalia Flórez Trio20:00

Um tiltak

Nathalia Flórez Trio

Leygarkvøldið 14. august fáa vit vitjan av donsku trioini Nathalia Flórez Trio.

Nathalia Flórez er donsk sangarinna og sangskrivari og á fyrstu konsertferð hennara til Føroya, hevur hon Niklas Emnorg Gjersøe (á kontrabassi) og Thomas Brunbjerg (á gittara) við sær.

Vokalur og tekstir hjá Nathaliu Flórez osa av nærveru og inniligleika, og tað merkja vit ómetaliga væl á seinastu útgávuni Lille Liv. Í 2019 gav Nathalia fyrstu albummið út I Aftenens Sidste Minutter – ein persónlig tíðarmynd, sum bjóðar inn í eitt noðurlendskt og jarðbundið ljóðlandslag. Íblásturin til sangirnar á nógv róstu útgavuni hevur Nathlia fingið frá fólkatónleikaramentanini á barndómsoynni, Fanø, men kompositionirnar og heita røddin leiða okkum til jazzin.

Mamma Nathaliu er føroysk, og tí hevur dreymurin leingi verið at sleppa til Føroyar á konsertferð. Nathalia Flórez gleðir seg tí at bjóða tykkum á konsert á Reinsarínum leygarkvøldið 14. august kl. 20.

Nær

(Leygardag) 20:00

Atgongumerki

Prísur 100,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +