Januar, 2020

Frí31Jan21:0023:00MDRN + Kjetil Mulelid Trio21:00 - 23:00 Reinsaríið

Um tiltak

Vetrarjazz 2020:

MDRN + Kjetil Mulelid Trio

Fríggjakvøldið 31. januar spæla MDRN og Kjetil Melelid Trio á Reinsarínum.

 

M.D.R.N

M.D.R.N er ein norskur/føroyskur bólkur ið granskar linjuna millum hip hop og jazz. Bólkurin er settur saman av einari støðugari rútmudeild og einari samanbundnari blásaradeild ið saman stuðla einum rappara. M.D.R.N. ynskir at trýsta grensurnar fyri jazzharmoniðum og polyrútmum við einum framfúsum politiskum boðskapið.

Um tær dámar hiphop, so kanst tú gleða teg til hoyra eina konsert við góðum boðskapum, brennandi tempi og torgreiddum rýmingum. Um tær dámar jazz, so kanst tú gleða teg til góðar soloðir, spennandi harmoniir og vælarrangeraðan tónleik.

M.D.R.N. hevur nýliga verið á einari væleydnaða konsertferð og spæla seinastu konsert í Føroyum 31. Januar.

Manningin:

Erlend Furuset Jenssen – Alto saksofon

Anna Kari Opsahl – Tenor saksofon

Jone Randa – Bassklarinett

Josef Zachariassen – Klaver

Lasse Gjestrud – Bass

Olav Abildgaard – Trummur og rapp

 

Kjetil Mulelid Trio

Kjetil Mulelid Trio er sama sett av trimum av Noregis mest áhugaverdu jazz trioum, kendir m.a. úr Wako, Hegge (Grammy vinnari) og Trondheim Jazz Orchestra. Teir spæla modernaðan akkustiskan jazz, og tónleikurin er ein blanding av kompositiónum hjá Mulelid og reinari kollektivari improvisatión.

“Tónleikurin er einkul og vakur við vælskrivaðum løgum, sum fara inn og út av sigandi improvisatiónum” (Jazznytt, NO).

Kjetil Mulelid Trio hevur verið á konsertferð í øllum Evropa og spælt á størstu pallunum í Noregi. Fyrsta útgávan hjá teimum varð sera væl umrødd kring allan heimin:

“It took me several listens to fully realise just how magical this is” (The Wire, UK)

“Best of the year” (Jazz FM, UK)

Kjetil Mulelid – klaver

Bjørn Marius Hegge – kontrabass

Andreas Winther – trummur

Nær

(Fríggjardag) 21:00 - 23:00

Hvar

Reinsaríið