Mars, 2020

14Mar(Mar 14)12:0015(Mar 15)18:00MarknaðardagurBurðardygt og framtíðartrygt12:00 - 18:00 (15)

Um tiltak

Marknaðardagur

14. og 15. mars er Perlan karmur um markanaðardagar við burðardyggum vørum frá føroyskum veitarum.

Mammulig, Vist.fo, VistGrøði, Elinsa, ÖDN WEAR og Mynta sýna fram og selja sínar vørur. Felags fyri allar hesar fyritøkurnar er, at vørurnar antin eru vistfrøðiligar, veganskar, burðardyggar, endurnýtsla – ella alt hetta í senn. Harumframt luttekur Rudda Føroyar í Perluni báðar dagarnar.

Eisini eru tveir fyrilestrar á skránni:

Leygardagin heldur Elsa Berg fyrilestur um Zero Waste, og sunnudag greiðir Maud Wang Hansen frá hvussu hennara egna húsarhald er vorðið sjálvbjargið við grønmeti.

Tað eru Mammulig og Vist.fo, sum eru fyriskiparar, og opið er frá 12-18 báðar dagarnar. Ókeypis atgongd.

Nær

14 (Leygardag) 12:00 - 15 (Sunnudag) 18:00