Desember, 2019

Sun29Des20:00FeaturedMarius20:00 Reinsaríið

Um tiltak

Marius hevur aftur í ár gjørt av at enda eitt hendingarríkt ár við einari konsert í Reinsarínum.

Tónleikurin hevur ein melankolskan undirtóna við ótrúliga vøkrum sangi, tónalagi og brúsandi instrumenteringum frá vælspælandi og samansjóðaða bólkinum, ið er samansettur av tættum vinum hjá Mariusi.

Marius fekk sítt stóra gjøgnumbrot í í 2015, tá hann gav út fløguna Home. Fløgan var eisini útgivin í Týsklandi og Danmark, har hon fekk góð ummæli og varð fylgd upp av konsertferðum í Týsklandi, Ruslandi og Danmark.

Uppfylgjarin Portur kom út í juni 2018, har teir høvdu útgávukonsert í Norðurlandahúsinum fyri einum fullum sali. Eftir hetta hava teir havt nógvar konsertir í Føroyum og fleiri konsertferðir í Danmark. Bólkurin vann eina Faroese Music Award fyri ársins fløgu í 2019 og vóru í apríl á einari væleydnaðari konsertferð í Týsklandi.

Sunnudagin 29. desember kanst tú uppliva teir her í Reinsarínum.

Nær

(Sunnudag) 20:00

Hvar

Reinsaríið

Atgongumerki

Prísur 200,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +