Mei, 2020

Ley30Mei20:0022:00FeaturedMarius Ziska í Auluni20:00 - 22:00

Um tiltak

Intimt og nærverandi

Tann 30. mei verður nærveran í sentrum, tá Marius Ziska bjóðar okkum til intimkonsert í Auluni í Finsen

Hans Marius Ziska hevur eina ófatiliga góða rødd, men ikki nokk við tí. Hann telist eisini millum bestu lagsmiðir í landinum. Hans Marius legði hart út longu sum tannáringur, tá risa hittið Mr. Headless fekk fólk at missa høvdið. Ja, longu tá fingu fólk varhugan av, at Hans Marius hevði nøkur heilt serlig tónleikalig evni.

Líkasíðan Mr. Headless sá dagsins ljós fyri knapt 20 árum síðani, so hevur Hans Marius forkelað okkum oyrini við óteljandi hittum sum Going Home, Silvurlín, Ongin er orsøk, Nærveran og Villingasjónin. Alt ótrúliga sterk, vøkur og vælskrivaði løg. Og nú sleppa vit at upplivað mannin í sínum rætta elementi í Auluni í Finsen, har aukustikkurin, nærveran og karmarnir passa perfekt til endamálið.

Hoyr Villingarsjónin frá eini intimkonsert niðanfyri

Nær

(Leygardag) 20:00 - 22:00

Atgongumerki

Prísur 150,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +