Desember, 2019

Ley14Des21:0023:00FeaturedMaarya og Marianna WinterDupultkonsert21:00 - 23:00 Reinsaríið

Um tiltak

Maarya og Marianna Winter

Leygarkvøld 14. Desembur kl. 21.00 verður dupultkonsert á Reinsarínum við songkvinnunum Maarya og Marianna Winter.

Maarya og Marianna syngja og skriva báðar soul, r&b, jazz inspireraðan tónleik og hava báðar útgivið hvør sítt staklag í 2019, sum tær millum annað fara at spæla 14. desembur.

Eisini verða teirra nýggju og óútgivnu løg at hoyra.

Við sær hava tær føroyskir tónleikarar av hægsta støði:

  • Kristian Pauli Ellefsen – Klaver
  • Torleik Mortensen – Bass
  • Hjørtur Pætursson Háberg  – Trummur
  • Ragnar Finsson – Gittari
  • Vinjar Egilsnes Petersen – Klaver/Synth

Um songkvinnurnar

Maarya
 

Føroysk/skotska Maarya er singer-songwriter og spælir eitt bland av jazzi, soul og bluestónleiki. Hennara sangur er sum heild ávirkaður av songkvinnum sum Sarah Vaughan, Ella Fitzgerald and Dinah Washington, íblandað eitt nýmótans ljóð. Soleiðis blandar hon á ein yndisligan hátt gamalt og nýtt. Hóast hon er uppvaksin í Skotlandi, hevur hon verið nógv í Føroyum, og hevur fingið nógvan íblástur her. Maarya gav tíðliga í ár út sangin “Red”. Sangurin lýsir vakurleikan og tað gandakenda við Føroyum.

 
Marianna Winter

 

Føroysk/amerikanska Marianna Winter, sum er singer-songwriter, er fødd í Los Angeles, Kalifornia, og uppvaksin í fjølbroytta, føroyska tónleikaumhvørvinum.

Marianna hevur elskað tónleik frá barnsbeini av. Sum sjálvlærdur tónleikari hevur hon ment sín egna stíl ígjøgnum Popp, R&B, Jazz og Blues. 

Í 2016 vann Marianna sangskrivara kappingina “Sement” við bólki sínum Bluesette. Síðani hevur hon givið út fyrsta staklagið hjá sær sjálvari

“For real this time”. Lagið er um eitt ‘on-and-off’ kærleikssamband, sum endar.

 

//ENGLISH

Maarya

Faroese Scottish singer songwriter Maarya plays a blend of jazz, soul and blues. Taking vocal inspiration from the likes of Sarah Vaughan, Ella Fitzgerald and Dinah Washington and mixing it with a modern sound, she creates a delightful fusion of old and new. Although she grew up in Scotland, she has spent a lot of time in the Faroe Islands, and has found a lot of inspiration here. Maarya released her song “Red” at the beginning of the year. A song that describes the beauty and magic of the islands.

Marianna Winter
Faroese American singer songwriter Marianna Winter was born in Los Angeles, California and raised in the eclectic music environment located in the “off the maps” country, Faroe Islands.
Her love for music started at an early age, and as a self taught musician, she has developed her own distinctive style through Pop, R&B, Jazz and Blues.

“For Real This Time” is the first single being released by the Faroese/American singer and songwriter. The single is an empowering breakup song about the aftermath of an on and off relationship.

Nær

(Leygardag) 21:00 - 23:00

Hvar

Reinsaríið

Atgongumerki

Prísur 150,00 DKK

Hvussu nógv atgongumerki? - 1 +